Varmakeldu hýrurin funnin í Vestmanna

5-mannafør kvinnur - Tað, sum meiri enn hálvkiksaði hjá fulg­firð­ingum í fótbólti á Varma­keldu­stevnu, eydnaðist til fulnar við Erlu Kongsdóttir á Fjarðastevnu

Annað hvørt ár er tað FM kapp­róður á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Í vikuskiftinum var Varmakeldustevna í Fuglafirði, men hesa ferð var eingin kapp­róður á skránni.
Álitið í ítróttinum fyri við góðum avriki á stevnuni at syrgja fyri góðum stevnuhýri í Fuglafirði varð lagt á besta fótbóltsliðið hjá ÍF. Leingi sá tað út til, at tað skuldi eydnast, men í síðstu løtu meiri enn hálvkiksaði tað.
Erla Kongsdóttir við kvinnu­manning var ikki á stevnu í Fuglafirði fyrrenn út á kvøldið. Tá ið grøni báturin við væl trimmaðu manningini kom inn um Dalarnar í bili, varð stevnu­hýrurin lyftur upp.
Kvinnurnar á Erlu Kongs­dóttir høvdu verið á aðrari stevnu – í Vestmanna – og vunn­ið gull og harvið styrkt um vánirnar fyri, at tað skal eydn­ast fuglfirðingum at vinna FM í kappingini millum 5-manna­før við kvinnum.
Fimm bátar luttóku í hesi kappingini. Havfrúgvin og Blikur kappaðust um at sleppa undan aftasta plássinum. Ta kapp­ingina vann Havfrúgvin við einari bátslongd.
Í hinum endanum vóru trígg­ir bátar við í kappingini um sigurin. Bæði Drekin og Fir­valdur bjóðaðu seg fram beinan­vegin, og leingi var tað tætt og spennandi.
Men í endaspurtinum var einki at rafla um. Erla Kongs­dóttir tók seg stútt og støðugt frá kappingar­neytunum, og tá ið grøni bátuin fór um málið, var hann meiri enn hálva báts­longd frammanfyri Firvald, sum var skutin frammanfyri Drekan.
Erla Kongsdóttir er fimm stig frammanfyri Drekan, sum er næstfremstur í FM kapp­ingini, og tí ber illa til at ímynda sær annað, enn at Erla Kongsdóttir á Ólavsøku fer at taka ímóti FM steypinum, hóast sigurin hesa ferð ikki var eins sannførandi, sum hann hevur verið tær seinastu ferð­irnar.


1 Erla Kongsdóttir 05:06.20
2 Firvaldur 05:08.22
3 Drekin 05:09.02
4 Havfrúgvin 05:20.11
5 Blikur 05:23.01

Støðan
1 Erla Kongsdóttir 34
2 Drekin 29
3 Firvaldur 26
4 Blikur 20
5 Havfrúgvin 16