Vátligur savnsfagnaður

Nýggjar upplivingar, sum allar hava við vatn at gera, bíða teimum vitjandi í heystfrítíðini

Hvat er so merkiligt við vatni? Hvussu nógv vatn skal til fyri at gera eitt súrepli? Hvørji síl liva í føroyskum vøtnum og áum? Hvussu kunnu vit mála við vatni ella tekna um vatn? ST hevur lýst 2013 at vera alheims ár fyri vatn, og Savnsfagnaður varpar tí ljós á alskyns evni um vatn.

Sjósavnið á Argjum hevur fingið eitt nýtt feskvatnsakvarium og fyri fyrstu ferð hava áarsíl, vatnsíl, sjósíl og bleikjur úr føroyskum vøtnum og áum gjørt innrás á sjósavninum. Afturat hesum boðar skráin frá rokaligum vatnrakettum og hópin av uppgávum.

Listasavnið í Gundadali bjóðar upplivingar, myndaveiðu og stuttligar uppgávur. Hvønn fyrrapart og seinnapart bjóðar Jógvan Biskopstø, listamaður, til verkstovu í vatnlitamáling og alla vikuna kunnu børn geva sítt íkast til stóru felagstekningina um vatn.

Í Brekkutúni í Hoyvík verður stóra framsýningin frá í summar at síggja. Framsýningin lýsir Føroyar á landi og á sjógvi.

Og í Hoyvík opnar útisavnið dyrnar til ta gomlu bygdina og hugtakandi náttúruna. Fyrr í tíðini veltu fólk korn og skóru akur um heystið. Nú skal kornið malast. Hoyggj er komið í hoyggjhúsið, og kjøt hongt í hjallin. Vatn hevur stóran týdning fyri ta gomlu bygdina; myllan í Kúrdali, mataráin, eldsmiðjan og onnur úthús eru virkin um heystið.


Skrá yvir Savnsfagnaðin sæst á Snar: www.snar.fo/savnsfagnadur