- ein tónamynd av Mikkjali.
Ein sjónleikari og 14 tónleikarar koma saman um eina mynd av skaldinum Mikkjali á Ryggi.
Tað var upprunaliga Musikkskúlin í Vágum sum tók stig til leikmyndina sum varð frumframførd í maj í fjør í barndómsheiminum hjá Mikkjali í Miðvági. Nú hava yrkistónleikarar úr øllum landinum, saman við Tjóðpallinum, tikið seg saman um at taka leikin uppaftur. Sýningar verða á Vestanstevnu, á sama stað: í Beitinum í Miðvági.
Leikmyndin tekur støði í lívinum hjá einum listamanni, á bygd í Føroyum fyrst í farnu øld; hvussu umstøðurnar vóru hjá einum yrkjara, tá alt tað dagliga arbeiðið eisini skuldi gerast, og har tað at yrkja um at arbeiða i staðin fyri at arbeiða var hildið hánt um. Kortini hevur Mikkjal á Ryggi verið eitt av virknastu skøldum okkara. Eingin hevur sum hann lýst føroyskt arbeiðslív: grindadráp, hoygging, fjallgongu og útróður. Harafturat eigur hann uml. ein triðing av allari sálmabókini, umframt tær skúlabøkur og aðrar yrkisbókmentir hann hevur lagt eftir seg.
Súsanna Joensen og Hans Tórgarð skrivaðu leikritið, og Ólavur Jøkladal útsetti tónleikin. Tað mesta av tónleikinum er nýggjar útsetingar av teimum kendu sangunum og sálmunum hjá Mikkjali, men eisini eru tvey nýggj verk, sum Ólavur Jøkladal hevði gjørt til yrkingar hjá Mikkjali: Steinstólpan, og Hýsisá.
Hans Tórgarð hevur leiklutin sum Mikkjal, og 14 tónleikarar og sangarar, undir leiðslu av Ólavi Jøkladal, framførða tónleikin í samspæli við leikaran.
Framførðslunar verða í Beitinum í Miðvági.
Fríggjadagin 8.juli kl.18.30 og 20.00
Leygardagin 9.juli kl. 17.00 og kl. 19.00
Sunnudagin 10.juli kl. 15.30 og kl. 16.30
Atgongumerkir kunnu keypast frá 3.juli í Mylluni (Bensinstøðin ið liggur beint við kirkjuna og Beitið).
Um nóg stór undirtøka er, verður skipað fyri eini Mikkjals rundferð í Vágum í samband við framførslurnar í Beitinum. Ferðaleiðari er við á túrinum. Tó verður eingin túrur í samband við framførslurnar sunnudagin 10. juli.
Rundferðin byrjar við kirkjuna í Miðvági, og koyrt verður til Gásadals og Bíggjar, har Mikkjal virkaði sum lærari í mong ár. Vitjað verður í skúlunum á hesum støðum, og sagt verður frá virki Mikkjals.
Aftur komin til Miðvágs verður farið niðan í Hýsisá at hyggja at ørindunum, Mikkjal høgdi í helluna har, áðrenn endað verður við sangleiki í Beitinum.
Tilmelding til rundferðina í Vágum, íroknað atgongumerki til sangleikin í Beitinum, er á tel. 22 05 07 ella á teldupostadr. [email protected].