Vattarnes í Íslandi: Helvtin av íbúgvarunum vóru lorvíkingar

Smyril Line hevur aftur skipað fyri ferð til Íslands í fótasporum okkara útróðrar- og fiskimanna. Eins og í fjør hava vit í trimum Miðvikum áhugaverda føroyska søgu í Íslandi heim við okkum

1. partur


Tað var í september seinasta ár, at Smyril Line skipaði fyri eini ferð yvir á Seyðisfjørðin at fylgja slóðina hjá føroyskum fiskimonnum í Íslandi. Hóast skotbráðið var stutt, var áhugin so stórur, at eftir bert fáum vikum høvdu eini 90 fólk meldað seg til.
Hetta vóru fyri ein stóran part fólk, sum høvdu ættarfólk, pápar og abbar, sum høvdu fiskað undir Íslandi. Eisini vóru fleiri menn, sum sjálvir høvdu fiskað á hesum leiðum.
Ferðin var skipað soleiðis, at komið varð inn týsmorgun og farið avstað aftur mikukvøld. Hetta gav tveir dagar í landi. Ísland er stórt, so tað er avmarkað, hvusssu víða kann komast so stutta tíð. Men tíðin var kortini nóg long til at fáa eina frálíka uppliving.
Í fjør var farið norðureftir á Bakka­fjørðin og Vopnafjørðin tann fyrra dagin Norrøna lá inni. Seinna dagin var farið út á Skála­­nes á suðurarminum av Seyðis­fjørðinum.
Skipað varð fyri minnishaldi á kirkjugarðinum við grøvina hjá fimm av teimum sjey monnunum av Riddaranum, sum druknaðu við Langanes í 1927. Aftaná var vitjað í kirkjuni á Seyðisfirði, har prestur hevði minningarorð um hesar menn. Eisini var íslendskur kórsangur.
Henda ferðin var sera væl umtókt, og fólk vóru ógvuliga fegin um at hava verið við. Tey fingu eisini nógv burtur úr, tí á bussferðini varð greitt frá føroysku søguni, sum hevði samband við tey pláss, sum vóru vitjað. Tá tað vóru tveir bussar mátti frásøgumaðurin ganga millum bussarnar. Men hetta riggaði eisini væl.
Tað sum setti ein serligan dám á túrin, var tann stóri blíðskapurin, sum íslendingar vístu føroysku gestunum.

Nýggja ferðin
eins væleydnað
Smyril-Line skipaði so aftur fyri eini líknandi ferð seinast í apríl. Aftur var stór luttøka, úti við 100 fólk.
Enn einaferð var túrurin sera væleydnaður og blíðskapurin fram­úr. Eins og í fjør heyst var tann fyrri dagurin ein fagnaðardagur til veður við sól allan dagin, meðan tann seinni var heldur dimmari við ælingi. Men hetta forðaði tó ikki fyri at fáa tað burtur úr, sum kundi fáast burturúr hesum báðum døgum.
Bæði á heysti og vári kundi kavi havt forðað fyri at sleppa til tey ætlaðu plássini. Tað var eisini nær við, at hetta kundi hent hesa ferð, men tað bilaði ikki.
Skráin var eitt sindur øðrvísi nú. Tann fyrra dagin var aftur farið norður til Bakkafjørðin. Fyrst varð farið í kirkjuna, har prestur greiddi frá, eins og ein søgufrøðingur greiddi frá Skálar á sunnara armi­num á Langanesi.
Vit koma at greiða meira frá Bakkafjørðinum í 3. parti. Tá hava vit eisini frásøgn um Skálar, har nógvir føroyingar róðu út.

Neskaupstaður
Seinni dagurin hesa ferð var heilt øðrvísi enn í heyst. Tó var eins og í fjør vitjað á kirkjugarðinum, har tað var sungin ein sangur og biðið Faðirvár.
Síðan var farið suðureftir, har fyrst varð vitjað á Neskaupstaði á Norðfjørðinum. Vertur her var Karl Johann Birgisson, sum er ein av leiðarunum á Sildavinnsluni, sum er tann stóra fiskivinnufyritøkan í býnum við tilsamans 2-300 fólkum í vinnu bæði á landi og umborð á skipum hjá fyritøkuni.
Karl Johan og kona hansara Maja eru kend í Føroyum, tí tey hava á ungum árum búð her, tá ið hann arbeiddi á skipasmiðjuni á Skála.
Í Neskapustaði fekk hópurin eina stórsligna móttøku. Víst varð runt á virkinum hjá Sildavinnsluni, har eisini fekst ein biti við fýra sløgum av sild umframt turran fisk og havkall, sum fyri íslendingar er tað, sum skerpikjøt er fyri føroyingar.
Vitjað varð á bygdarsavninum í Neskaupstaði, har føroyingar hittu íslendskar trolaramenn, sum hava siglt saman við føroyingum. Síðan hevði Smári Geirsson stak áhuga­verdan fyrilestur um føroyskan fiskiskap á Eysturlandinum.
Hetta kom vit aftur til í komandi parti.
Aftaná bjóðaði Samvinnufelagið SUN á Neskaupstaði suppu við einum bita. At henda vitjan hevði áhuga í økinum sást eisini av, at íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við frásøgumannin í føroyska ferðalagnum.
Heilsan var eisini borin føroy­ingunum av Freysteinn Bjarna­syni, maskinmeistara á einum av teimum gomlu Stellu-trolarnum, sum vórðu seldir til Íslands fyrst í 70-unum. Tað vóru Laksafoss-brøðurnir, sum lótu hesar frystitrolarar byggja. Teir vóru tá ein nýhugsan í Føroyum. Hesir trolarar hava roynst sera væl í Íslandi, og teir eru í vinnu enn.
Annar í Ísland og hin í Okhotiska havinum eystanfyri Russland.

Merkið í húnar hátt á Vattarnesi
Tað seinasta á skránni fyri dagin var vitjan á Vattarnesi. Hetta er eitt av teimum kendu útróðrarplássunum hjá føroyingum í Íslandi. Serliga kent var tað hjá lorvíkingum, sum ár um ár í stórum tali róðu út á Vattarnesi.
Veðrið var soleiðis hendan dagin, at tað var ivasamt um farast kundi á Vattarnes, og í hvussu er var tað ivasamt, um tað bar til at fara úr bussinum. Men hetta lagaði seg til at gerast eitt stórt upplivilsi eisini.
Karl Johann hevði nevniliga skipað fyri at fáa ein frásøgumann, sum var ættaður av Vattarnesi. Hetta var tann 89 ára gamli Jón Karl Úlfarson, sum var sera bragd­ligur og undirhaldandi. Hann hevur skrivað eina bók við brotum úr sínum lívi. Hann gav ferða­lagnum seinastu bókina sum hann átti eftir. Í hesi bók eru eisini fleiri sera áhugaverdar myndir frá før­oyingatíðini á Vattarnesi.
Tað vísti seg eisini, at hann kendi abbarnar hjá teimum heilu og hálvu lorvíkingunum, sum vóru við á ferðini, og var hetta sjálvsagt eitt serligt upplivilsi fyri teir.
Tað var góður vegur til Vattar­nes. Bygdin er ikki tann, sum hon hevði verið. Jón greiddi frá, at eftir í bygdini vóru bert »kallur og kelling.« Kelling kann ljóða niðrandi, men tað er tað als ikki á íslendskum, kanska hin vegin.
Tá komið var til Vattarnes, var veðrið so mikið gott, at tað bar til at fara úr bussinum. Tá fekk ferðalagið ta fantastisku uppliving, at Merkið veitraði á einasta húsinum, sum var eftir á Vattarnesi!
Men sum ofta er, so var tíðin ov knøpp. Døgurðin bíðaði umborð á Norrønu. Men eina møguliga aðru ferð eigur meira av tíð at vera brúkt, eisini á Vattarnesi.

Føroyingar væl lýddir
Sámal Johansen hevur í síni bók Til Lands fleiri frásagnir um Vattarnes. Grundað á hesar frásagnir og eisini frásøgnina og bókina hjá Jón Karl ber til at geva eina samlaða lýsing av Vattarnesi.
Vattarnes er ytsta nes á suður­arminum á Reyðafirði. Sunnanfyri er Fáskrúðsfjørður. Vattarnes liggur tískil beint móti havinum. Tað hevur verið høgligt bæði at rógva til havs og inn í báðar fjarðirnar.
Her vóru føroyingar í síni tíð sera væl umtóktir, ikki minst av børnunum. Frøin á teimum var stór, tá ið føroyingar komu á vári og stríddust við at bera viðføri til húsa.
Føroyingarnir royndu við snøri fyrrapartin á sumrinum og teir vóru óførar fiskikløur. Teir høvdu íðuliga rokfiskiskap, meðan íslendingar ikki loystu fyri fiskaloysi. Ofta var tosað millum manna, at tað var ikki rættskaft, sum føroyingarnir fiskaðu. Teir mundu duga meira enn at mata seg. Men frágreiðingin var, at føroyingarnir høvdu fiskiligari reiðskap og høvdu eisini betri agn enn íslendingar.
Føroyingarnir høvdu eisini sildagørn við, og kundu tí eisini veiða sild til agn. Teir brúktu somuleiðis nógv agn av fugli, sum teir skutu á veg til útróðrar. Teir brúktu alt uttan fjarðarnar, eisini innvølin.
Ofta fingu íslendingar húkar og fína línu frá føroyingum. Fyrstu tíðina á árinum veiddu teir við snøri, men í august fóru teir at rógva við línu. Fiskurin varð saltaður og seldur til Fáskrúðsfjarðar. Keyp­menninir har, Jón Dáviðsson og Ørum&Wulf, komu eftir fiskinum við stórum bátum og høvdu salt við. Ofta komu teir, tá ið streymurin var harður og minni útróður var.

Umstøðurnar á Vattarnesi
Viðhvørt fingu føroyingar íslendsk konufólk at vaska hjá sær, men annars røktu teir seg sjálvar. Tað verður einki serligt sagt um, at teir sum aðra staðni høvdu konufólk við sær úr Føroyum at halda hús.
Tað var sera áhugavert, at hitta ein íslending, sum mintist føroyingarnar á Vattarnesi. Í bókini hjá Sámal Johansen er eisini frásøgn hjá pápa Jón, Úlfar Kjartansson, og beiggja hansara Aðalbjørn Úlfarson. Tískil kunnu vit hava frásøgn frá trimum monnum úr sama húsi, sum hava verið partur av hesi søgu.
Úlfar Kjartansson varð føddur á Vattarnesi 26. november 1895. Millum lorvíkingarnar, hann greiðir frá, er Jóan Petur Eliassen, sum eisini hevði sonin Theodor við sær.
Tað kundu vera fleiri bátar í sama »kompaní« hjá føroyingum á Vattarnesi. Í felagnum hjá Jóan Petur vóru tríggir bátar. Hann var so formaður á einum teirra. Ein formaður var Rasmus Jacobsen, sum var eitt reystmenni. Hann var óføra raskur útróðrarmaður, og hann fiskaði nógv.
Eina ferð doyði ein føroyingur og var tað Valdemar Sumberg. Úlfar greiddi frá, at føroyingar høvdu sett sildagørn inni fyri Høgnastøðum, ein býlingur inni á Reyðafirði. Meðan gørnini stóðu um náttina, høvdu teir lagt seg til hvíldar í eini húsatoft, sum var niðri við sjógvin. Um morgunin, tá ið teir skuldu taka gørnini upp, var Valdemar deyður av hjartaslag.
Hann var jarðaður á presta­setrinum Kolfreyjustaði á Fáskrúðs­firði. Allir føroyingar á Vattarnesi fylgdu honum. Teir fóru við bátun­um og sungu allan vegin.

Penganes
Fram til seinna kríggj var allur fiskur flaktur og saltaður. Vanliga fiskaðu føroyingar 150-160 skippund uppá bátin, manningin plagdi at vera fýra mans. Hampiliga væl man sum oftast hava komið burtur úr, tí Úlfar segði seg hava hoyrt, at heima í Føroyum var Vattarnes kallað Penganes.
Føroyingarnir sigldu altíð við seglum, tá ið líkindi vóru til tess. Úlfar minnist bert eina ferð, at føroyingar viltust á havinum. Tað var Rasmus, sum viltist ein dagin, tað var kolasvart í mjørka. Teir sóu einki og fingu ikki landkenning fyrr enn við Kambanes umleið 20 km sunnanfyri Vattarnes. Teir vóru burtur eitt heilt samdøgur, og hinir føroyingarnir vóru bangnir um teir. Teir svóvu ikki alla náttina, men brúktu tíðina, meðan teir bíðaðu eftir Rasmus, at ríva fisk um.
Hvør róður hjá føroyingum vardi umleið 12 tímar. Teir kundu fara avstað um 3-4 tíðina um morgunin ella fyrr, tað valdaðist sjóvarfallið. Teir fóru frá landi á fallandi suðurráki. Síðan róku teir suður eftir og royndu so í kyrrindinum. Norðurrákið tók teir norður aftur móti Vattarnestanga, og so gekk leiðis inn á á Vattarnes. Tað hendi seg ofta, at føroyingarnir vóru tveir róðrar um samdøgrið.
Úlfar mintist, at tað vóru upp til tíggju føroyskir útróðrarbátar á Vattarnesi. Føroyingar fóru ikki at nýta maskinbátar fyrr enn um 1927/28.
Søgan sigur einki um, at tað var nakað samband millum føroyingar og konufólkið á Vattarnesi. Tað vóru nógvir ungir menn, sum komu higar at rógva út, og nógv fólk var á Vattarnesi tá. Men føroyingarnir høvdu ikki tíð at fjasast við konu­fólk. Teir vóru komnir til Íslands at fiska, og tað var teirra lív.
Úlfar segði eisini, at føroyingar, sum komu higar at rógva út, vóru úrvalsmenn og sera væl dámdir av heimafólkinum.
Men hinvegin kom eina ferð ein føroysk slupp inn á Vattar­nesvíkina. Henda manning gjørdi nógv um seg. Teir fóru við skips­bátinum inni við landinum og oyðiløgdu tey sildagørn, teir komu framat. Síðan fóru teir uppá land og stjólu torv. Manningin var meldað, men Jóan Petur hjálpti teimum, so teir sluppu við at gjalda gørnini.

Lívið á Vattarnesi
So fara vit frá faðir til sonin, Jón, sum var við okkum hendan dagin. Jón skrivar um pápa sín Úlfar, at hann var góður sjómaður og »mikill veiðumaður.« Hann var eisini óførur við byrsuni. Úlfar dugdi eisini væl at fáa burtur úr jørðini. Mamma Jón Karl kallaðist Ingibjørg Halldórsdóttir. Foreldrini fingu 11 børn, fødd frá 1917 til 1937. Jón Karl er triðja barn í røðini.
Sum í Føroyum tá í tíðini var tað sera strævið. Húsini vóru smá. Umframt øll børnini búðu eisini ommurnar inni. Ommurnar fingu tann týdning, at tær við songartíð kundu greiða børnunum frá tí, sum tær vistu og høvdu upplivað. Hetta kom eisini at hava týdning fyri børnini framyvir. Tá søgan var liðug, bóðu tey Faðirvár.
Umframt alt húsfólkið búðu á einum lofti eisini útróðrarmenn hjá pápanum.
Mamman fór hvønn morgun upp kl. seks, og tað varð arbeitt allan dagin. Tað, sum Jón Karl minnist best, eru høgtíðirnar. Tá var sjálvsagt stákast. Men tað varð eisini lisin lestur og sungið. Jón minnist enn vøkru røddina hjá mammuni, tá ið hon sang. Hon gjørdist ikki gomul, bert 42 ár. Jón minnist mammu sína sum eina stórbæra kvinnu.
Jón er føddur 8. november 1920. Hann búði á Vattarnesi til 1947. Tá flutti hann til Eyri í Fáskrúðsfirði, har hann hevur búð síðan. Jón fór á ungum árum at fiska saman við pápa sínum, og hann hevur verið útróðrarmaður til hann var 79 ára gamal. Tá ið hann gavst, fór Jón at skriva niður fiskimið hjá bátum á Eystfjarðum. Hann hevur eisini skrivað ymisk minnisbrot úr gomlum døgum. Hesi hevur hann savnað í bókini »Í veldi Vattar og Kolfreyju,« sum kom út í 2008.

Fór seks ára gamal at fiska
Jón greiðir frá, at tá ið hann var seks ára gamal í 1927, fekk pápi hansara ein Sabb motor í bátin.
Tá kundi sparast ein maður við at lata smádreingir stýra upp, tá ið línan skuldi dragast. Pápi kundi seta línuna einsamallur, men táið línan skuldu dragast, kom Jón við sum maður. Tað var eisini nógvur fiskur at fáa. Eina ferð var báturin so tungur, at tá ið teir komu inn móti Vattarnestanganum, gjørdist gjálvut, og báturin fór at drekka sjógv. Jón mátti tá fara at pumpa. Men hetta spældi væl av. Tá føldi Jón seg sum ein rættiligan mann.
Í 1933 keypti pápin ein føroyskan bát, sum kallaðist Valur. Hann hevði ein 3 hesta Sabb motor, og legði hann mangan góðan fongin á land.
Skúlagongdin hjá Jón var ikki tann stóra. Skúlaskyldan var frá 10 til 14 ár, og skúlagongdin var bert 8 vikur á vetri. Men lærarin Vigfús Guttormsson legði stóran dent á, at leggja mest møguligt av mentan í børnini. Tey fingu at lesa uppá heima og vórðu yvirhoyrd í tí. Men hóast lítla skúlagongd, so hevur ikki bilað!
Jón fór so ikki í skúla aftur eftir konfirmatiónina. Tá fór hann fast at rógva út saman við pápa sínum. Tað vóru heldur ikki pengar til nakra víðari skúlagongd. Hann var fyrstu ferð formaður á báti 14 ára gamal. Tá skuldi mamman eiga barn, og pápin mátti vera eftir hjá henni.
Sum í Føroyum fingu fólk har á leiðini ikki pengar um hendur, fyrr enn kríggið kom, og farið var at sigla við feskfiski til Onglands. Kríggið gjørdi eisini, at meira rúmsátt gjørdist á grunnunum, tí tá hvurvu bretsku trolararnir.
Á Vattarnesi merktu tey eisini kríggið á tann hátt, at bretar fingu ein støð har. Teir komu longu 4.juli 1940. Summir av hermonnunum búðu hjá privatfólki, meðan aðrir búði í eini barakk.
Tað hendu tvær vanlukkur orsakað av krígnum. Eitt norskt flogfar datt niður, og manningin doyði. Tað var eisini ein minu­spreinging. Henda fekk menn at gevast við at rógva út. Tó við undantak av pápa Jón, sum hann sigur hava verið ein harðbalnan mann.
Úlfar var annars einaferð í Lorvík og ferðaðist, og fekk hann tá heilsa uppá nógvar av sínum gomlu kenningum.

Føroyingar á Vattarnesi
Jón skrivar eisini um føroyingar á Vattarnesi, hann minnist væl nógvar av teimum. Teir vóru upp til 48 føroyingar. Av hesum vóru teir 40 úr Lorvík. Hann nevndi fleiri teirra. Ein av teimum var Jógvan við Stein, sum hann hevði góð minnir um. Hann var av allar bestu sjómonnum. Tað var sera stuttligt hjá Jón at kunna heilsa uppá hansara abbasynir, sum vóru við á ferðini. Eisini tók hann til Edvard Hansen úr Lorvík. Hann hevði konu sína við, og hon róði eisini út saman við honum.
Men hann minnist eisini nóls­oyingar. Ein teirra var Villi, sum var pápi Ova Joensen. Hin kallaðist Kalli. Hetta var um 1924-26
Á Vattarnesi vóru eini seks húski. Tey høvdu nógv børn, so fólkatalið var um 60-70. T.v.s. at tað vóru næstan líka nógvir føroyingar í bygdini sum íslendingar. Og av vaksnum fólki vóru nógv fleiri føroyingar.
Men viðurskiftini vóru góð. Føroyingarnir lærdu íslendingar at virka fiskin á ein betri hátt, enn teir sjálvir gjørdu tað, ikki minst við at hava væl brýndar knívar. Tað vísti seg eisini, at marknaðurin vildi helst hava fisk, sum var tilvirkaður, sum føroyingar gjørdu tað.
Jón minnist eisini sunnudagar, tá ikki var róð út. Tá var gaman í bygdini við føroyskum dansi og øðrum til skemtunnar. Í dansinum var tað Edvard sum skipaði. Føroyingarnir plagdu eisini at sparka fótbólt og telva. Her var tað eisini Edvard sum skipaði fyri.
Annars hevur Jón fingist við mangt og hvat. Hann hevur verið við í felagslívi og verið limur í »hreppnevnd«, sóknarstýri.
Jón hevur eisini virkað saltfisk. Hesin saltfiskur fekk so gott ummæli, at hann varð hildin fyri seg sjálvan, tá avskipað varð. Helst man hetta vera tí hann hevur lært av føroyingum at virka fyrsta floks saltfisk. Jón er ein sera spennandi maður at hava hitt. Hann var ein veruligur føroyavinur.

Góð minni um føroyingar
Aðalbjørn Úlfarson, beiggi Jón Karl, f. 1928, minntist væl føroyingar. Teir vóru góðir menn og sera góðir við børn. Tey fingu manga keksina frá teimum.
Hann greiddi frá, at á Vattarnesi hevur altíð verið smábátaútróður. Um várið komu nógvir fremmandir útróðrarmenn, eisini íslendskir.
Føroyingar vóru yvirhøvur óførir menn, men serliga tekur hann til ein. Tað var tann umrøddi Jóan Petur Eliasen, sum var ættaður úr Mikladali. Hann róði út á Vattarnesi nógv ár. Teir búði niðri á Bakkanum, sum tað varð kallað. Har vóru bygd hús, sum teir leigaðu. Húsini vóru í einari hædd við høgari reising. Menninir búðu uppi á loftinum, og niðri undir saltaðu teir veiðuna. Í fjøruni undir húsunum vóru bátadráttirnir. Íslendsku útróðrarmenninir búðu so aðrastaðni.
Nakað nógv seinni kemur Aðalbjørn at arbeiða í Vest­manna­oyggjunum saman við Poul Jákup Djurhuus úr Kollafirði. Poul Jákup fær at vita, at Aðalbjørn er av Vattarnesi, og her var Poul Jákup ofta undir krígnum og keypti fisk frá útróðrarbátum. Hann greiddi Aðalbjørn frá, at hann mintist serliga eina ferð, at bátur kom av útróðri við lítlum drongi við róðrið, meðan hinir gjørdu reint. »Drongurin skuldi leggja at skipinum, men ikki bar til. Hann royndi aðru ferð, men tá bar heldur ikki til. So bað eg hann leggja bátin stillan, so skuldi eg koma við skipinum til hansara, tá bar til.«
Tá vísti tað seg, at drongurin var júst Aðalbjørn. Tilvildin hevði ført teir saman í Vestmannaoyggjum. Teir fingu tá okkurt meira at práta um.


Farvæl til Vattarnes
Útróðrarmenn úr Føroyum dugdu ikki at hugsa sær til, at teir sluppu ikki til Íslands at rógva út, tá ið Ísland loysti frá Danmark í 1944. Teir valdu sær eina nevnd at fara til Íslands at samráðast við tað nýggja yvirvaldið í Íslandi at fáa eina sáttmála í lag við íslendingar. Millum sendimenninar var Jóan Petur Eliasen. Hann hevði so ofta verið talsmaður hjá føroyingum. Honum høvdu teir álit á. Hann var ansin og vitugur maður, sum ikki leyp framav.
Men einki kom burturúr hjá teimum. Gamli útróðrarformaðurin úr Lorvík var ikki sørt vónsvikin. Hann hevi væntað sær frægari sømdir av teimum, sum hann helt vera vinir sínar. Men á Vattarnesi átti hann hóast alt vinir, tí ein kvinna í bygdini bjóðaði honum heim til sín at vera, meðan hann bíðaði eftir at sleppa heim.
Eina ferð sá gamli útróðrar­formaðurin nesið aftur. Hetta var í august 1945. Hetta var seinasta ár føroyingar róðu út á Vattarnesi. Jóan Petur var ikki við ta ferðina. Synir hansara høvdu keypt bátin Viðanes, og teir royndu á Eysturlandinum, og har var gamli við. Ein dagin teir fara inn á Eski­fjørðin, sigla teir framvið einum skipi, sum liggur har og keypir fisk á Vattarnesleiðini.
Jóan Petur hyggur uppá land og sær øll støðini, sum vóru so kend hjá honum. Hann kennir eisini menninar umborð á skipinum. Hann heilsar »Góðan dag, góðan dag!« Menn veittra og eina løtu brosa gamlir kenningar til hvønn annan. Viðanes heldur fram sína leið. Jóan Petur heldur í vantið og veittrar. »Farvæl,« rópar hann. Tað var seinasta heilsan hjá tí gamla manninum til gomlu summarstøð sína og fólkið har.
Eitt pussugt samband varð tó við Vattarnes í 1979. Tá misti tann umrøddi Edvard ein boyu á útróðri. Hon var funnin aftur á Vattarnesi.
Nógvir av lorvíkingunum fingu eisini síni íslendsku kelinøvn heim við sær aftur til Lorvíkar, har tey vórðu brúkt.
Tað skal skoytast uppí her, at á Bakkafjørðinum varð ikki kvett á stokkinum sum á Vattarnesi við føroyska útróðrinum. Har hildu teir á fram til 1949.

Jóan Jakku á Gerðismørk var eisini á Vattarnesi
Ein av teimum mongu lorvík­ing­unum á Vattarnesi var Jóan Jakku Jacobsen á Gerðismørk. Hann mintist Jón eisini væl. Jón minnist hann serliga av ti, at hann ofta las í Bíbliuni. Jóan Jakku var virkin missiónsmaður.
Hann var fyrstu ferð til lands á Vattarnesi í 1912, tá hann var 16 ára gamal. Tað var tá trupult at ferðast, men við lagaligheit varð lætt nógv um. Teir fóru til Íslands við Floru hjá Bergenske Dampskibsselskab. Teir vóru so lagaligir, at teir tóku lorvíkingarnar umborð í Lor­víks­firði. Teir vórðu eisini settir á land á Vattarnesi heldur enn á Fáskrúðs­firði, sum vildi verið meira óhøgligt. Ferðaseðlaprísurin var tá kr. 12 fyri mannin og 20 kr. fyri bátin.
Jóan Jakku greiðir frá eini serligari hending í 1915, tá útróðrar­menn vóru á veg heim við Vesta. Fyrri heimsbardagi var tá, og skipið varð tikið av bretskum verjuskipi. Fyrst var tað inn til Onglands. Síðan komu teir til Danmarkar við øllum fólkinum. Heimafólkið var við at gerast bangið um útróðr­armenninar, men teir komu so heim í øllum góðum. Jóan Jakku var ikki sjálvur við á teirri ferðini. Hann var ein av teimum, sum var eftir hjá fiskinum, og teir komu heim nakað samstundis sum hinir.
Tey seinnu árini lakasaltaðu teir nógv av fiskinum. Teir gjørdu sær stórar kassar, sum mundu taka um fimm skippund at lakasalta í. Tað fór nógv minni av salti til lakasaltaðan fisk.
Teir turkaðu eisini nakað av fiskinum. Tað var nógv arbeiði av hes­um, men prísurin var nógv betri.
Teir høvdu altíð nýggjar bátar við sær til Íslands. Íslendingar vildu fegnir keypa bátarnar frá føroyingunum. Teir fingu eisini nýggjar bátar smíðaðar í Føroyum. Jóan Petur Eliasen róði út á Vattarnesi í 37 ár. Hann hevði hesi árini 57 bátar við til Íslands. Fyrst og fremst til sín sjálvs, men eisini bátar, hann lat smíða fyri íslendingar. Teir flestu vóru smíðaðir í Lorvík.
Tað var trongligt at búgva. Eitt árið vóru teir 13 mans i felag. Tá svóvu 11 mans í einari song!
Kosturin var yvirhøvur vána­ligur. Menn høvdu tó onkran mat við sær sum skerpikjøt. Men tað góða var, at teir fingu nógvan fugl. Beint uttanfyri Vattarnes er ein lítil oyggj, Skrúður. Her er nógvur fuglur, bæði lundi og lomvigi. Bøndurnir, sum áttu oynna, góvu teimum loyvi til at fara út á hana at fáa sær fugl. Teir, sum komu tíðliga, fingu eisini egg.
Lendingin á Vattarnesi var so sum so. Á fjøru var langt at bera fiskin niðan í kjallaran. Tað var hált at ganga við fiskabøruni, sum kundi taka 220 pund. Var tað flóð, tá teir komu í land, var vegurin niðan í kjallaran sjálvsagt stytri. Tey seinnu árini høvdu íslendingar, sum róðu út har, gjørt sær træbrúgvar út í sjógvin. Hesar kundu føroyingarnir eisini brúka. Hetta lætti nógv um.
Íslendingarnir vóru ymsa staðni frá. Teir sum vóru úr Grindavík høvdu tann sið, at tá báturin var leysur av landi, stungu teir árarnar undir bekkin. Tað sá tá út, sum at teir signaðu seg, áðrenn teir fóru til árarnar.
Selma Kristiansen, dóttir Jóan Jakku, greiðir frá, at pápanum dámdi so væl á Vattarnesi, at hann hevði hug til at búseta seg har. Men konan segði nei.
Hon minnist eisini, hvussu stutt­ligt tað var at fáa pápan heim aftur. Tá hevði hann ber, kandisukur og kummankringlur við sær. Hetta var forkunnugt hjá børnum í Føroyum.
Jóannes Johannesen, kallaður Lorvíks Jóannes, sum hevði verið nøkur summur á Vattarnesi, keypti sær ein bóndagarð har á leiðini og ætlaði at flyta yvir. Menn hann seldi so garðin aftur.


Komandi partur
fer at snúgva seg um føroyska fiskivinnusøgu á Norðfjørðinum