VB í botni

VB-ÍF 0-4 (0-3):
Vágbingar tykjast fáa tað trupult í næstbestu deildini, og eftir eina vánaliga byrjan hava fuglfirðingar nú fingið ferð á

2. deild

Vágbingar tóku leygardagin ímóti ÍF, og mett eftir stigatalvuni skuldi hetta verið ein dystur, har gestirnir vóru stórfavorittar. Vágbingar hava higartil havt tað sera trupult í næstbestu deildini, og ikki minst mundi tað taka fast, at HB fyri viku síðani slapp av Eiðinum við øllum trimum stigunum.
Fuglfirðingar hava hinvegin sýnt stóra styrki seinastu vikurnar, eftir at teir annars høvdu eina alt annað enn sannførandi byrjan.

Eingin ivi
Hesa ferð var tó eingin ivi. Fulgfirðingar løgdu alt fyri eitt bragdligari fyri. Teir søktu oman móti VB málinum, og tað var eisini skjótt, at hetta gav úrslit. Ikki minst hjá Heina Heinason, sum nýtti hesi trý korterini til at gera reint hat-trick.
Tað bøtti so heldur ikki um støðuna um VB, at teir longu miðskeiðis í hálvleikinum fingu mann riknan av vølli, og tí var seinni hálvleikur bert ein avgreiðsluspurningurin hjá fuglfirðingum. Teri fingu tó eitt mál afturat, sum Høgni á Lakjuni sendi á málið.

Við sigrinum vann ÍF seg upp á triðja plásisð í kappingini, og einki bendir á, at teir hava hug at steðga á við hesum. Komandi vikuskiftið kemur HB á vitjan, og einki er at ivast í, at á heimavølli eru fuglfirðingar stórfavorittar at vinna hendan dystin.
Tá skulu vágbingar til Klaksvíkar, har ein torførur útidystur stendur á skránni. Torførur ella ikki, so er tað nú um tað mundi, at trýstið á vágbingar eftir stigum er farið at økjast. Ikki minst eftir at NSÍ vann stevnudystin móti LÍF, og harvið lyfti seg leyst av VB.

Dysturin í tølum
VB-ÍF 4-0 (3-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Heini Heinason
3-0: Heini Heinason
4-0: Høhni á Lakjuni