Kvinnuhondbóltur
Kyndil hevur enn møguleikan at vinna seg fram til eina FM-hálvfinalu, og fyrstu løtuna av dystinum sunnudagin tóktust tær eisini spæla fyri hesum møguleikanum.
VB hevði sera ilt við at koma ígongd, og kanska sat harði dysturin móti Neistanum framvegis í beinunum fyrstu løtuna.
Í øllum føurm formáddu tær sær at kalla einki móti einum Kyndils-liði, sum hevði lætt spæl í tíggju minuttir ella so. Glið kom tó á, og seinastu 20 minuttirnar undan steðginum lagaði VB sær grund undir sigrinum. Í verjupartinum mest sum stongdu tær fyri Kyndli, sum í 20 minuttir bara fekk fýra mál afturat. Og í løtuni eftir steðgin, skrædnaði av álvara. Áðrenn Kyndil varnaðist nakað sum helst, stóð 12-22 á talvuni, og so var eingin sum helst ivi um, hvar stigini skuldu. Talan kundi enntá verið um enn meira trivaligan sigur, men seinastu 5-6 minuttirnar fekk heimaliðið loyvi at pynta nakað um úrslitið.
Fakta um dystin
Kyndil-VB 20-29 (11-13)
Málskjúttar
Kyndil: Ronja Mikkelsen 5(2), Randi Wardum 4(1), Anja Heinadóttir 3, Lina Andriulyte 2, Jacklyn Durhuus 2, Bjørg Syderbø 2, Ragnhild á Plógv 2
VB: Laila Jespersen 5, Svava Vestergaard 5, Ivana Ljubicic 4(2), Maja Sølvsten 4, Theresa Joensen 3, Asta Armonaviciute 2, Una Egilsdóttir 2
Brotskøst: Kyndil 6, VB 2
Útvísingar: Kyndil 1, VB 1
Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen