Coca-Cola kappingin, kvinnur
VB hevði longu tryggjað sær eina fýra mála stóra leiðslu undan seinnu hálvfinaluni móti Neistanum, og tí var kanska eisini væntandi, at tað skuldu gerast tær, sum endaðu í finaluni. Ikki minst um hugt verður at støðuni í landskappingini, har VB framvegis er oddalið, meðan Neistin hinvegin hevur tað sera tungt í løtuni.
Gjørdu skjótt av
Og tað var sum so ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt betra, tá spæld varð leygardagin. Longu eftir fyrstu tíggju minuttunum ella so hevði VB lagt seg á odda við einum fýra málum, og so ráddi fyri tað mesta um at halda fast.
Hetta eydnaðist eisini uttan stórvegis hóvasták, soleiðis at VB til tíðir kundi taka sær meira av løttum, og heldur bara dúva upp á tey skjótálop, sum buðust, tá Neistin framdi mistøk í royndunum at vinna seg uppeftir á máltalvuni.
Við ivaleysa samlaða sigrinum syrgdu VB samstundis fyri, at tær nú fyri triðju ferð innan fýra ár eru partur av steypafinaluni hjá kvinnunum. Hinar báðar ferðirnar hevur tað tó verið so sum so við úrtøkuni, tó at tað bert var eitt einstakt mál, sum skildi partarnar, tá Kyndil í 2000 tók sær av steypinum.
Útlitini fyri einum góðum úrsliti hava tó ongan tíð verið betri, enn tey eru í ár, nú VB eisini er oddalið í landskappingini, og fyri teirra viðkomandi er stórt sæð bara at bíða, soleiðis at vissa kann fáast fyri, hvørt tað verða VÍF ella Stjørnan, sum verður mótstøðuliðið.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 25-19 (13-9)
VB í finaluna við samanlagt 44-34
Málskjúttar:
VB: Gurið Mortensen 6, Arnleyg Hjelm 6, Daiva Toumaite 4(2), Rannvá Augustinussen 3, Reda Kurkauskiene 2, Eyðbritt Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2
Neistin: Christina Holm 4, Simona Dziugyte 3, Lív Sørensen 3, Mildrið Jacobsen 2, Susan Brockie 2(2), Súna Mørk 1(1), Rakul Augustinussen 1, Anna Clementsen 1, Ása á Neystabø 1, Vivian Unadóttir 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 4
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Ragnar Simonsen & Eyðun Samuelsen