Kvinnuhondbóltur
VB setti eina feita striku undir, at tær framvegis vilja hava eitt orð at siga í føroyska hondbóltsoddinum. Seinastu vikurnar hevur annars mest verið tosað um, nær VÍF skuldi taka VB aftur. Men í grundspælinum hildu tær úr Vági alla tíðina mótstøðuna aftan fyri seg, og nú endaspælið byrjaði, er enn einki broytt í so máta.
Uppgávan á Skála var annars ein av teimum torføru á pappírinum. StÍF var júst liðið, sum í heyst endaði drúgvu sigursrøðina hjá VB, soleiðis at onnur feløg brádliga eisini kundu tosa við, tá talan var um heiðursmerkir.
Á Skála var tó eingin ivi, tá avtornaði. Fyrra umfarið leikaði tó hampuliga javnt á. Hóast ferðin á spælinum ikki var hin stóra, so fekk VB rættiliga skjótt skapt sær ein fyrimun, men StÍF vildi líka sum ikki sleppa takinum kortini, so munurin gjørdist ongan tíð tann heilt stóri.
Hetta broyttist tó í seinna hálvleiki. Tá hesin var 15 minuttir gamal, hevði VB longu skorað 12 ferðir, meðan StÍF bert hevði funnið meskarnar tríggjar ferðir. Vanliga so trygga Kristina Griksaite í StÍF málinum mundi valla fáa fatur á einum tí einasta skoti frá útlendsku stórskjúttunum hjá VB, og í hinum endanum sluppu hvørki Asta Petrauskiene ella Alana Olaru framat í nóg stóran mun, soleiðis at tær veruliga kundu gerast ein hóttan fyri VB.
Halda fast
Fyri VB mundi trivaligi sigurin koma væl við, nú tær í nakrar vikur hava leitað eftir spælinum, sum fyrstu dystirnar á árinum sendi tær á ovastu tindarnar. Kanska var talan ikki um so øgiliga ferðmiklan hondbólt hesaferð, men tá somikið nógv mál kortini verða skotin, so munnu tær leggja vertin á tann partin.
Og nógv bendir eisini á, at VB so avgjørt ongar ætlanir hevur um at sleppa oddasessinum. Komandi vikurnar skulu tær royna seg ímóti ávíkavist Tjaldri og Neistanum, sum á pappírinum eru veikastu liðini í deildini. Samstundis skulu kappingarneytarnir úr VÍF royna seg móti ávíkavist StÍF og Kyndli, og tí kann væl henda seg, at útgagngsstøðið hjá VB er enn betri til ta tíð.
StÍF tykist hinvegin vera steðgað fullkomuliga upp. Eitt skifti tóktist liðið vera størsta hóttanin móti oddasessinum hjá VB, men seinastu vikurnar hevur talan bert verið um tap. Soleiðis tykist tað fyri teirra viðkomandi at snúgva seg eina mest um at gerast partur av bronsustríðnum aftur. Og hetta stríðið er so avgjørt ikki tapt enn.
Dysturin í tølum
StÍF-VB 26-39 (14-18)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 10(5), Poula D. Olsen 4, Alina Olaru 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(2), Anna M. Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Signhild Petersen 2, Ata Gregersen 1
VB: Reda Kurkauskiene 10(3), Daiva Toumaite 7(1), Laila Jespersen 7, Gurið Mortensen 6, Arnleyð Hjlem 3, Eybritt Krosslá 3, Mary Krosslá 2, Guðrun Midjord 1
Brotskøst: StÍF 5, VB 6
Útvísingar: StÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen