VB og Stjørnan spæla í kvøld

Stjørnan liggur einsamøll á odda í Sunset deildini, og tað er langt síðani avgjørt, at Stjørnan spælir FM-finalu ímóti Tjaldri.

 

VB liggur aftast í deildini, og vágskvinnur sleppa ikki av tí plássinum í hesum kappingarárinum. Niðurflytingin er tó ikki vís, tí møguliga skulu bestu deildirnar víðkast.

 

VB og Stjørnan skuldu spæla í morgin, men dysturin er framskundaður og verður í kvøld klokkan 19.00.