VB omaná seinastu løtuna

Hondbóltur: Stjørnan fekk akkurát mannað lið

1. deild kvinnur:

VB-Stjørnan 23-21 (13-13)


Stjørnan hevði ikki bestu treytirnar, tá tær fóru til Suðuroyar at spæla sunnudagin.

Tær vóru akkurát nokk til eitt lið, tí avboð og annað kom uppí, og tí máttu allir spælararnir vera á vøllinum allan dystin.

Stjørnan byrjaði betur enn heimaliðið og kom fram um, tær vóru frammanfyri við fleiri málum í fyrra hálvleiki, men áðrenn hálvleik fekk VB Stjørnuna aftur, og í hálvleikinum stóð á jøvnum 13-13.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og liðini fylgdust til fram móti endanum av dystinum.


VB fekk lønina

Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla fall avgerðin í dystinum. Stjørnuspælarrnir vóru troyttir og gjørdu nógv mistøk. Teir vóru ókonsentreraðir og mistu fleiri bóltar.

Hetta gjørdi VB sær dælt av, og seinastu løtuna togaði liðið seg tvey mál fram um, sum so var nóg mikið til at vinna dystin.

VB fekk løn fyri sítt stríð, og hóast tað tók rúma tíð, vóru tær at enda omaná.