Kvinnuhondbóltur
Framvegis er tað eingin, ið hevur megnað at steðgað kvinnuliðnum hjá VB í vetur, og nú Neistin sunnudagin skuldi royna tað í Vági, bar heldur ikki til.
Sostatt er VB framvegis væl og virðiliga oddalið ? nú við sjey sigrum í sjey dystum, við fjúrtan stigum í úrtøku.
Áhugin fyri kvinnuhondbóltinum hevur eisini breitt seg víðari í Suðuroynni, tí áskoðaratalið bara økist, og nú kemur eisini fólk norðan av oynni til Vágs at hyggja, tá VB-kvinnurnar spæla á heimavølli.
Sunnudagin, tá Neistin var á vitjan, var samlaða áskoðaratalið uppi á 300, og tað ger tað neyvan minni stuttligt at vera virkin kvinnuligur hondbóltsspælari í Vági.
VB legði væl fyri
Hesa ferð fekk VB øgiliga góða byrjan í dystinum og var á odda 5-1, tá bara tíggju minuttir vóru farnir. Og fimm minuttir seinni, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var VB frammanfyri 8-2.
Tað var tó ikki bara VB, ið byrjaði væl, tí hóast mong mál fóru ígjøgnum, stóð málverjin hjá Neistanum, Helena Dam Poulsen, sera væl í málinum.
Var tað ikki fyri fleiri góðum bjargingum frá hennara síðu, kundi byrjanin í dystinum blivið ein sonn katastrofa fyri Neistan.
Annars var ikki tað stóra flogið yvir dystinum. Ferðin var ikki so øgilig, men heldur tóktust verjurnar á báðum liðum hugsa um at koma sær skjótt upp á pláss, hvørja ferð eitt álop var endað í hinum endanum.
Og sjálvt um Neistin tapti greitt, gavst liðið ongantíð at stríðast fyri sakini. Dysturin var ikki liðugur, fyrr enn hann var liðugur.
Millum annað hevði Neistin skjótt og vælkoyrandi grundspæl, men manglaði tey avgerandi gjøgnumbrotini, ið kundu givið nøkur fleiri mál. Og nógvum av tí, sum kom, vardi verjan hjá VB væl fyri.
Móti endanum var tað eisini Helena Dam Poulsen í Neista-málinum, ið gjørdi sítt til, at sigurin hjá VB ikki bleiv ov stórur.
Aftur fann hon góðar bjargingar fram og gjørdi tað mangan torført hjá heimaliðnum at finna málmeskarnar, tá møguleikarnir annars ikki trutu og VB kundi havt økt sær væl um málmunin.
Mansverja ger ongan mun móti VB
Eins og í fleiri av undanfarnu sigrunum hjá VB, vísti liðið seg aftur hesa ferð at hava størri skotstyrki og betri gjøgnumbrotskraft enn mótstøðuliðið.
Hetta hevur sum heild verið munurin á VB og hinum liðunum, og um vágskvinnur megna at halda tann fyrimunin við líka, verður tað meira enn torført hjá hinum liðunum at nerta tær.
Spælið hjá VB er rættiliga trygt, og sjálvt um fleiri broytingar blivu gjørdar gjøgnum dystin sunnudagin, darvaði tað ikki spælinum ella hugflognum.
Eitt nú byrjaði Reda Kurkaliskiene hesa ferð úti á vinstra vongi, har gjøgnumbrotini kanska ikki hava verið tey nógvu í hinum dystunum, og hon fekk væl burturúr. Tá so Neistin fór at mansverja Daivu Tuomaite, kom Reda inn á bakkin aftur.
Mansverja er annars eitt vápn, fleiri av hinum liðunum hava roynt, men hetta tykjast tær í VB at hava gjørt nokk so fitt burturúr í venjing, tí tær standa seg minst líka væl fimm móti fimm, sum tá allar seks sleppa at spæla frítt.
Sunnudagin kundi tað gera næstan tað sama, hvat Neistin fann uppá, tí VB vísti sína styrki og læt ongantíð nakran iva vera um vinnaran av dystinum.
Næstu vikurnar skulu so enn eina ferð vísa, hvussu sterkt VB-liðið í veruleikanum er, tí fyri framman eru tveir og kanska tríggir torførir dystir.
Fyrst skal VB á útivølli møta StÍF, síðani á heimavølli Kyndli, og so gongur leiðin norður til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni.
VB-Neistin 25-16 (13-7)
Málskjúttar:
VB: Reda Kurkaliskiene 10 (1), Daiva Tuomaite 8 (2), Laila Jespersen 3, Eyðbritt Krosslá 2, Anja Magnussen 1, Guðrun Midjord 1
Neistin: Simona Dziugyte 5 (2), Mildrið Jacobsen 5, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Ata Høgnadóttir 1, Ása Dam á Neystabø 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar: Kári Niclasen og Birgir Dimon