Felags fyri allar kvartfinalurnar, sum vóru spældar í dag var, at tað allar vóru ógvuliga undirhaldandi, men á hvør sín hátt.
Taka vit dystin í Suðuroy fyrst, so var tað ikki fyrr enn í sjálvari yvirtíðini, at VB/Sumba tryggjaði sær sigurin. Tá gjørdu teir tvey mál, soleiðis at dysturin endaði 3-1, aftaná at fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Í Klaksvík vann Skála brotssparkskappingina. Vanliga leiktíðin endaði málleys, og tað sama gjørdi longda leiktíðin. Tí var neyðugt við brotsspørkum fyri at fáa eina avgerð, og tá vísti Skála størri neyvleika og vann.
Í Streymnesi hevði EB/Streymur stórar trupulleikar av ÍF. Heimaliðið var annars á odda 3-1 í steðginum, men ÍF kom gott aftur og tá vanliga leiktíðin var av stóð á jøvnum 3-3. Í longdu leiktíðini legði ÍF seg framum, men EB/Streymur megnaði at svara aftur, soleiðis at støðan gjørdist 4-4.
So varð farið undir at skjóta brotsspark, og aftaná seks av slagnum hevði EB/Streymur tryggjað sær sigurin.
Í Havn var spenningurin eingin, men málini nógv í tali. 4-0 vann HB á AB. Tað var serliga í fyrra hálvleiki at HB spílaði seg út, har teir eisini skoraðu trý mál, meðan seinni hálvleikur einans hevði eitt mál at bjóða uppá.
Hetta merkir, at tað vera VB/Sumba, Skála, EB/Streymur og HB, sum bresta saman, tá hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 13. juni
Úrslitini í kvartfinalunum í kappingini um løgmanssteypið vóru hesi:
VB/Sumba - TB 3-1
1-0: Aco Pandurovic
1-1: Óli Johannesen
2-1: Birgir Jørgensen
3-1: Jón Krosslá Poulsen
KÍ ? Skála 0-0
Skála vann brotssparkskapping
EB/Streymur ? ÍF 4-4
1-0: Ronnie Samuelsen
1-1: Elvan Taser
2-1: Ronnie Samuelsen
3-1: Hanus Eliasen
3-2: Elvan Taser
3-3: Nenad Saric
3-4: Høgni Zachariassen
4-4: Ronnie Samuelsen
HB-AB 4-0
1-0: Tór-Ingar Akselsen
2-0: Milan Kulic
3-0: Tór-Ingar Akselsen
4-0: Rókur av Fløtum Jespersen