VB trygt á toppinum

Seks sigrar í seks teimum fyrstu dystunum er meira, enn kvinnuliðið hjá VB nakrantíð hevur megnað fyrr. Við fullum stigatali eru tær trygt oddalið í bestu kvinnudeildini

Kvinnuhondbóltur

Tey, ið hava sæð fyri sær, at ótrúliga viðgongdin hjá VB-kvinnunum higartil í landskappingini var tann bera tilvild, mugu so spakuliga eta orðini í seg aftur.
Nú seks umfør eru farin, er VB oddalið í 1. deild hjá kvinnum. Og tað er eisini við manér, tí VB hevur fult stigatal og hartil tvær ferðir so nógv stig sum næstu liðini.
Sunnudagin var talan um toppdyst á Vágseiði, tí tað vóru kvinnurnar úr StÍF, ið vitjaðu. Undan dystinum var StÍF á triðja plássi, fýra stig aftan fyri VB, eins og VÍF á øðrum plássi eisini var tað.
Men nú VB vann sættu ferð á rað og sendi StÍF norður um Suðuroyarfjørð við ongum, samstundis sum VÍF á heimavølli tapti ikki sørt óvæntað fyri Kyndli, gjørdist oddastøðan hjá VB uppaftur greiðari.
Nú hava bæði VÍF, Kyndil og StÍF seks stig, men VB hevur altso tvær ferðir so nógv: Heili tólv stig!

Gekst sum ætlað
VB byrjaði dystin móti StÍF sum ætlað, og sigurin var í veruleikanum grundaður longu ta fyrstu løtuna. Tá eitt korter var farið, var støðan 9-4 til VB, sum bara økti um munin og var á odda 16-10 í hálvleikssteðginum.
Mestsum allan dystin royndu tær hjá StÍF at mansverja Daiva Toumaite, ið kortini megnaði at skjóta ikki færri enn tíggju mál ? harav tey trý við brotskasti.
Hóast henda mansverjan sostatt ikki sást aftur í hagtølunum, vóru tað eisini aðrar á liðnum, ið sýndu ábyrgd, tá stórskjúttin ikki altíð slapp upp í part. Eitt nú Laila Jespersen, sum í fyrra hálvleiki skoraði trý av sínum fýra málum.
Og í seinna hálvleiki stóð so Mary Krosslá fyri tørni og var í grundini saman við Daivu mest ítøkiliga hóttanin móti StÍF.
Sum dystinum leið, líktist alt einum greiðum VB-sigri, ið enntá bara vaks eftir steðgin, tá vágskvinnurnar øktu upp í átta mál, 20-12.

Kristina tók alt
Men so var tað, at StÍF raknaði við, og tað var fyrst og fremst framúrskarandi málverjanum Kristinu Griksaite fyri at takka.
VB-kvinnurnar høvdu skotið nógv ígjøgnum hjá henni fyrstu 40 minuttirnar av dystinum, men hóast hetta, tóktist tað ikki at nerva hana, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað hon, ið steðgaði VB.
Stórspæl er neyvan orðið, tá lýsast skal, hvussu væl Kristina stóð í StÍF-málinum í meira enn eitt korter, tá alt var lukkað og afturlatið fyri øllum skotroyndum frá VB.
Hon syrgdi við einari bjarging fyri og aðrari eftir fyri, at StÍF kom í gongd, tí so hvørt sum hon tók sær av øllum, ið kom móti málinum, fóru hinar eisini at trúgva upp á tað.
Hesa longu løtuna fekk VB bara tað eina málið, meðan alt gekk sum smurt hjá StÍF, ið fekk bart málmunin niður í næstan einki. Ta einu løtuna vóru bara trý mál á muni!
Men trøini vaksa ikki inn í himmalin, og síðstu seks minuttirnar tóku Daiva Toumaite og Mary Krosslá um endan við hvør sínum tveimum málum, og soleiðis eydnaðist VB at sleppa við skrekkinum.
Hinvegin man einki vera at taka seg aftur í, at júst sigur í slíkum dystum er dømi um, at VB eigur annað enn tilvild á sínari síðu, og fagnaðurin millum teir næstan 300 áskoðararnar í høllini í Vági var óførur, tá enn ein sigur at enda var komin til høldar.

Dysturin í tølum:
VB-StÍF 25-21 (16-10)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 14 (3), Mary Krosslá 5, Laila Jespersen 4, Eyðritt Krosslá 1, Anja Magnussen 1
StÍF: Alina Olaru 6 (1), Asta Petraukieke 6 (1), Poula D. Olsen 4, Anna M. Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Ata Gregersen 1
Brotskøst: VB 5, StÍF 4
Útvísingar: VB 2, StÍF 5
Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen