StÍF mundi vera favorittur ímóti VB á Skála í dag.
Serliga tá ið hugsað verður um, at VB hevði ikki vunnið sær nakað stig hetta kappingarárið, meðan StÍF vann sera góðan sigur á H71 fyri viku síðani:
Sí eisini:
Sensasjón: StÍF vann á H71 í SMS-deildini
Men í dag eydnaðist tað VB at vinna á StÍF á Skála við úrslitinum 28-26.
VB var á odda meginpartin av dystinum, og tá ið støðan gjørdist 25-18 til VB við einum korteri eftir at leika, tóktist tað sera sannlíkt, at fyrstu stigini fóru suður til Vágs.
Men StÍF tók time-out og dysturin broyttist.
Fýra minuttir fyri leiklok tóktist StÍF at hava koppað dystinum til sín, tá ið Emmy Kass javnaði til 25-25.
Men VB reisti seg, og Bára Krosslá Mortensen fekk hol aftur á málskjótingina fyri VB, og skoraði til 26-25.
Haruka Gima javnaði til 26-26, men so settu Bára Krosslá Mortensen og Durita Krosslá Hjelm punktum, og avgjørdu dystin til 28-26.