Veðrar fyri 40.000 krónur

Teir fimm veðrarnir, sum vóru tiknir í Stakkinum leygardagin vigaðu millum 68 og 81 pund og vóru seldir fyri tilsamans 40.000 krónur


 
Leygarmorgunin klokkan hálvgum átta vóru 49 fólk savnaði uttan fyri bygdarhúsið í Tjørnuvík. Tey skuldu út í Stakkin eftir veðrum, og sum sigur er, so sungu tey áðrenn tey fóru til gongu.
Veðrið var frálíkt og tað gekk eisini ómetaliga væl at taka veðrarnar. Allir komu í rætt í fyrstu royndini, og Høgni Hansen sum var við á túrinum heldur fyri, at tað gekk næstan ov væl.
- Allir komu í rætt beinanvegin, so tað bleiv ongantíð so spennandi sum tað onkuntíð hevur verið, sigur Høgni Hansen,
 
Kingo aftur við matinum
Fólkið var aftur í Tjørnuvík beint fyri døgurða, og tá sungu tey síðsta vers av Nú dagurin at enda er. Síðani var alt fjallfólkið boðið inn í bygdarhúsið til døgurða, og tá liðugt var at eta var eitt kingolag sungið.
 
Millum 68 og 81 pund
Klokkan fimm vóru teir fimm veðrarnir seldu á uppboðssølu. Teir fóru ávíkavist 5.500, 6.000 og tveir fyri 7.000 krónur. Seinasti veðrurin varð flettur og seldur í stykkjum, og gav hann knappar 13.000 krónur inn, so samanlagt var tað hann, ið royndist best í prísi, og lá samlaða inntøkan av søluni um 40.000 krónur.
Seinni um kvøldið vórðu hinir veðrarnir flettir, og vigaðu teir ímillum 68 og 81 pund, og tað eru menn bara væl nøgdir við.Komandi ár verða tveir veðrar og seks ær slept út í Stakkin, og so vóna tey, at kunna taka eini 14 kríatúr næsta ár.