Tórshavnar Bátafelag hevur í februar mánaði komandi ár tíggju ára hátíðarhald, og fyri áttandu ferð skipaði felagið farna vikuskiftið fyri »dans på bryggan«-tiltakinum.
Hetta er eitt lutfalsliga nýtt tiltak um okkara leiðir, og er meiri enn vanligt tengt at veðrinum, tí so at siga alt gongur fyri seg uttandura. Og í so máta vóru fyrireikararnir serstakliga hepnir, tí veðrið var sum kunnugt av tí allarbesta.
- Tað hepnaðist stak væl. Tað var nógv fólk, og vit gjørdu okkum ómak við at leggja bátarnar inn og út soleiðis, at fólk sluppu undan at klóra tvørtur um fleiri bátar. Eisini høvdu flestu bátarnir hesi trygdarnetini, og tað er ein stór hjálp, sigur Kartni Olsen, sum er formaður í Tórshavnar Bátafelag, sum skipar fyri tiltakinum.
Hann leggur dent á, at tað er av stórum týdningi, at bátafólkið hugsar um trygdina, tí tað er í mongu førum heilar familjur, sum koma til tiltøk av slíkum slag, kanska ikki just til dans på bryggen, men avgjørt til Ólavsøkuna.
- Hetta er ein hugnaløta fyri bæði havnafólk og avbygdafólk. Tað vísa eisini mongu bátarnir, ið koma til dansin. Vit royna eisini at hugna um við at selja búffar, og vit hava bara hoyrt, hvussu vælsmakkandi teir eru. Tað hevur øll árini verið Rasmus Magnussen, sum hevur kokkast fyri okkum, sigur Kartni Olsen.
Skal dansast, so má eisini tónleikur vera, og seinastu tvey árini hevur tað verið LM-band, ið hevur staðið fyri honum. Hvussu verður næsta ár er eingin støða tikin til enn.
- Veðrið var so avbera gott, og fólkið nógv í tali, millum túsund og tólvhundrað. Vit hava verið noyddir at seta upp ein WC-vogn, tí okkara egnu WC strekkja ikki til so nógv fólk. Men vit gera annars alt fyri at økið er reint og ruddiligt beinanvegin, tiltakið er av. So klokkan sjey sunnumorgunin var klárt hjá sópibilinum at koma framat, og tá høvdu vit ruddað ikki bara okkara egna øki, men eisini rundanum tað, sigur Kartni Olsen.
Virkið felag
Felagið hevur sum nevnt skjótt tíggju ár á baki, og hesa tíðina hevur tað verið rættiliga virkið. Umframt tann nú árliga »dans på bryggan«, skipar felagið fyri siglingartúrum kring oyggjarnar. Hetta hendir umvegis eina sms-skipan, har limirnir fáa boð, ella ber til at hyggja inn á heimasíðuna hjá felagnum, sum kallast www.marina.fo
Túrar verða fyriskipaðir til Suðuroynna, Sandoynna, Vágoynna, Norðoyggjar, ja, um alt landið.
Men felagið hevur eisini eina aðra uppgávu, og tað er at taka ímóti fremmandu bátunum, sum vitja okkum á hvørjum sumri.
- Higartil í ár hava vit havt 51 bátar á vitjan. Í fjør var talið 85, og annars hevur tað ligið rættiliga javnt um teir eitthundrað um árið. Veðrið longur niðri í Europa hevur ikki verið so gott, og tað hevur helst ávirkað ferðahugin við báti tvørtur um hav, heldur Kartni Olsen.
Hann heldur, at viðurskiftini er nógv broytt til tað betra, síðani bátafelagið sá dagsins ljós fyri skjótt tíggju árum síðani.
- Tá fólk koma soleiðis, vilja tey sleppa at brúsa sær, vaska klæðir og nýta WC. Hesi viðurskiftini eru munandi batnað seinastu árini, sigur formaðurin í Tórshavnar Bátafelag.
Næsta uppgávan hjá felagnum stendur longu fyri durum, og tað er at taka ímóti mongu bátunum, sum koma til Havnar á Ólavsøku. Tað er fyri tað mesta at leggja bátarnar og leggja streym út til teirra.
- Viðurskiftini í Vágsbotni er góð nú. Sjálvandi kundi okkurt altíð verið betri, men eg haldi, at vit eru komnir langan veg frá tí felagið varð stovnað. Eitt nú er kloakkskipanin gjørd heilt av nýggjum. Eisini hava vit fingið eitt ógvuliga gott samstarv við bæði býráðið, havnanevndina og Tórshavnar Havn, sigur Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag.