Nú skal kannast, um hald er í teimum ávaringum og tilmælum, sum veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST eru komnir við tey seinastu árini. Serfrøðingarnir hava verið fyri hvøssum atfinningum, síðani teir kunngjørdu ta seinastu frágreiðingina um, hvussu tann veksandi hitin á jørðini hevur ávirkað umhvørvið, og hvat fer at henda.
Fleiri aðrir serfrøðingar eru komnir til onnur úrslit, og nú hevur ST gjørt av at kanna viðurskiftini.
Altjóða granskingarstovnurin InterAcademy Council, sum umboðar 15 granskingarstovnar í ymsum londum, skal standa fyri kanningini, sigur Ban Ki-moon, aðalskrivari.