Veðurstova setast á stovn í Klaksvík

Beinta Løwe og Høgni Hoydal, tingfólk fyri Tjóðveldi, hava lagt uppskot fyri tingið um at játta 3 milliónir krónur til Veðurstovu Føroya, sum tey ynskja verður løgd í Klaksvík

Tingfólkini hjá Tjóðveldi skjóta upp, at hetta verður gjørt í samstarvi við Trygdarmiðstøðina og Klaksvíkar Sjómansskúla. Harafturat ynskja tey, at ein veðurfrøðingur verður settur við flogvøllin í Vágum.

Tey vísa á, at føroyska veðurtænastan hevur verið føroyskt málsøkið í 11 ár, men enn verða okkara veðurtíðindi keypt frá veðurstovnum uttanlands. 

– Í síðstu samgongu bleiv skjøtul settur á, at menna eina framkomna føroyska veðurtænastu. Fyrireikingararbeiðið er gjørt, og nú manglar bara játtan til arbeiðið. Niðurstøðan frá fyrireikingararbeiðinum er, at fyri at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu við fleiri veðurfrøðingum og betri og meira álítandi veðurforsagnum, fer hetta at kosta tilsamans 8 milliónir krónur. Játtanin í dag er longu 5 milliónir, sostatt resta 3 milliónir krónur í fyri at gongd veruliga kann koma á, siga Beinta Løwe og Høgni Hoydal.

– Veðurlagsbroytingarnar á knøttinum og her í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stóra vandamálið og avbjóðingin hjá øllum heimsins tjóðum. Tí eiga vit nú at seta okkum málið at gerast millum fremstu tjóðir í veðurtænastu og gransking í veðurlagsbroytingum, sigur Høgni Hoydal.