Linda Andrews er bara triðji og fjórði favorittur hjá somu veddingarfyritøkunum Almenni áhugin fyri X-Factor er risastórur í danska ríkinum. Tí er sjálvsagt, at veddingarfyritøkurnar eru frammi, og bjóða odds uppá teir ymisku luttakarnar í X-Factor.
Danski Tipsblaðið hevur kannað oddsini hjá nøkrum veddingarfyritøkum. Sjálvsagt er, at veddingarfyritøkurnar taka støðu til, hvønn tær vænta sjónvarpshyggjararnir - og tá serliga ungfólk - fara at atkvøða til sigurs. Lesa vit oddsini, so er eingin ivi um, at teir tilkomnu og eldru lurtararnir mugu til at atkvøða meira. Annars verður talan um eina reina tanáringa-finalu. Oddsini í Tipsblaðnum sóu soleiðis út:
Hvør vinnur X-Factor :
Mohamed :
Scandic: 1,85 Bet 24: 1,95 Nordicbet: 2,05
Sidsel :
Scandic: 3,00 Bet 24: 2,75 Nordicbet: 4,50
Linda :
Scandic: 8,00 Bet 24: 6,00 Nordicbet: 8,00
Alien Beat Club :
Scandic: 7,00 Bet 24: 9,00 Nordicbet: 8,00
Lucas:
Scandic: 16,00 Bet 24: 13,00 Nordicbet: 25,00