Í morgin klokkan 17 skal KÍ royna at vinna seg víðari í Champions League undankappingini á útivølli móti ungarska stórliðnum, Ferancvaros. Fyrri dysturin við Djúpumýru endaði við javnleiki 0-0.
Til ber at rinda og harvið stroyma dystin millum Ferancvaros og KÍ á heimasíðuni hjá KÍ, ki.fo.
17 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Ferancvaros sum ein greiðan favoritt at vinna dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Ferancvaros liggja millum 1,14 og 1,23.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 12,00 og 18,10, ið er rættiliga høgt.
HER eru oddsini:
##med2##