Veðrið darvar samferðsluni

Nógvur vindur og hálka ávirkar samferðsluni í morgun

Bygdaleiðir hava avlýst allar leiðir í morgun, tí nógvur vindur er um alt landi, og Landsverk ávarar um hálku nú í lýsingini.

 

Strandferðslan boðar eisini frá, at Sam siglir ikki á kalsoyarleiðini fyribils. Um viðrar, so verður roynt at sigla av Klaksvík klokkan 8:00

 

Leið 100 og 300 byrja at koyra aftur. Úr Havn verður farið klokkan 8:00 og úr Sørvági klokkan 07:50 og úr Vestmanna klokkan 7:50