Smyril siglir ikki meira í dag. Túrurin av Havnini í dag klokkan 16 varð útsettur til klokkan 18:30. Men túrarnir av Krambatanga klokkan 18:30 og av Havnini klokkan 21 í kvøld verða ikki sigldir.
Nólsoyarsiglingin hevur eisini verið darvað í dag. Seinnapartin avlýsti Ternan túrin av Havnini klokkan 16:20 og úr Nólsoy klokkan 16:50. Men eftir ætlan verður túrurin nú klokkan 19 av havnini sigldur.