Veðrið: Veksur vindin seinnapartin

Út á kvøldið minkar hann vindin aftur

Forsøgn hjá veðurstovni galdandi til á middegi sunnudagin.

 

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin fer ættin niður í vestan. Samdrigið og okkurt æl.

 

Sum líður út á seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, framvegis samdrigið við regni ella ælaveðri, í støðum vátakavi.

 

Út á kvøldið minkar hann vindin aftur, og í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kanska okkurt kavaæl. Hitin 1 til 6 stig.