Í morgun veit Landsverk at siga, at tað er hált í støðum um alt landið, og jarðrok er á Vestmannavegnum.
- Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum, og tað er ikki koyrandi á Syðradalsvegnum á Streymoynni.
Í forsøgnini hjá Veðurstovu Føroya, galdandi til á middegi í morgin, verður sagt, at tað verður frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10-15 metrar um sekundið.
- Tað verður samdrigið og regn - í støðum við vátakava. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og upp í fýra hitastig.
Út á dagin í dag verður framvegis frískur vindur upp í hvassan vind.
- Hann hækkar upp í eystan, 10-15 metrar um sekundið - og í støðum upp í skrið, 18 metrar um sekundið.
Tað verður samdrigið, regn og vátakavi, og í nátt kunnu vit fáa frost.
- Fyrrapartin í morgin minkar vindurin til frískan vind upp í strúk millum eystan og landnyrðing, 8 til 13 metrar um sekundið.
Lagt verður aftrat, at hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm hitastig.











