Vegaførin í Leirvík

Fyrst ein rættleiðing til tíðindini á døgurða 9. desember.
Lurtarin kundi fáa ta fatan av tíðindunum, at onki spurdist burtur úr fundunum við Javnaðarflokkin, Sambandið og Fólkaflokkin, tann 8. des

Hetta er als ikki rætt. Vit fóru suður á fund við einum greiðum boðskapi. Nevnuliga, at leirvíkingar skulu ikki vera verri stillaðir við kommunalum tænastum orsaka einum nýggjum landsvegi, enn teir eru í dag. Tvs. at tað sum skattagjaldarin í Leirvík hevur rindað fyri, og verður burtur um fyriliggjandi ætlan, uttan tillagingar, verður gjøgnumførd, skal endurskapast.
Annar boðskapurin var, at tað er bert løgtingið, ið kann loysa trupulleikan við vegaføringini í Leirvík.

Støðan í dag
Samtykta lógin um vegaføring í Leirvík kann ikki gjøgnumførast. Orsøkin er tann, at í lógini er eitt hægstamark fyri kostnaðinum av vegaføringini, nevnuliga 40 mió. kr.
Sum tað sær út í løtuni, so fær man í tí stóra heila bert ein veg. Tvs. at 40 mió. kr. røkka ikki til tey uml. 50 parkeringsplássini, kommunan missir. Penganir røkka ikki til at gera nýggjar atkomur til tey sethús, ið missa sína atkomu, og fleiri onnur viðurskiftir. Men til seinast, og ikki minst, so missa leirvíkingar bátahylin, og fáa ongan nýggja aftur.
Tit lesa rætt. Bátahylurin verður lagdur undir nýggja vegin, og tað eru ikki pengar til at gera ein nýggja afturfyri.
Føroya Løgting og Føroya fólk mugu skilja, at vit sum kommuna ikki kunna góðtaka, at okkara borgara mugu rinda tvær fer fyri tænastur, tí ein landsvegur tekur verandi.