Vegir í Klaksvík stongdir í samband við Champions League dystin millum KÍ og BK Häcken

Vegir stongdir frá klokkan 18:00 til 22:00

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni at mikukvøldið verður Bøgøta, frá Atlantis til Fossagøtu, stongd fyri allari ferðslu frá kl. 18:00 til 22.00. Somuleiðis verður J. Waagsteinsgøta stongd frá kl. 15.00 til 22.00. Í hesum tíðarskeiði steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu.

 

Dysturin byrjar mikukvøldið 26. juli kl. 19.45.