Leirvík: Við 60 prosentum fyri niðaru loysnini, var eingin ivi um at leirvíkingar ynskja vegin niðri í bygdini.
Eftir greiða úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi bygdarráðið staðfesta úrslitið.
Við Sosialin mikudagin segði borgarstjórin, Fríðgerð Heinesen at ætlanin var at kalla bygdarráðið saman fríggjadagin at staðfesta úrslitið.
Og á fundi seinnapartin henda dagin var hetta eitt av trimum málum á skránni.
Einmælt
Á fundinum, sum byrjaði klokkan 15, vóru fyrst tvey onnur mál til viðgerðar – ein umsókn frá J+H um asfaltering av Leirvíksvegnum frammanfyri betongsblandistøðina og eitt tilboð um at mála kommunuskrivstovuna uttan.
Triðja og seinasta málið var staðfestingin av úrslitinum. Her varð gjørt púra greitt frá bygdarráðsins síðu, at nú skal altso nakað henda:
- Í staðfesting av úrslitinum heitir bygdarráðið á landsins myndugleikar um beinanvegin at gera vegin ígjøgnum Leirvík, verður sagt stutt og greitt.
Lagt verður, líka so avgjørt aftrat, at alt arbeiðið skal verða liðugt komandi ár.
Víst verður á, at bygdarráðið heldur fast í kravinum um eina íbinding í kommunala vegin sunnanfyri bygdina, so tætt við tunnilsmunnan sum ferðslunormarnir loyva tí.
Ikki óvæntað var henda samtyktin einmæld.