Hvat bilmerki koyrir tú?
- Eg koyri ein Mercedes.
Og tað er borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, sum svarar.
Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?
- Bensin.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Eg havi ikki hugsað tankan enn.
Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?
- El-bilar eru behagiliga stillir at koyra í, og teir dálka ikki, um teir verða løddir við grønari orku, sigur Janus Thomsen í Hvalba.
Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.