Veitingarskipini góðar sáttmálar við oljufeløgini

Hvørt av teimum veitingarskipunum sum hálendska felagið Telco Marine b.v. leigar til oljufeløgini fær 29.000 krónur um dagin. Tá ið allar útreiðslurnar eru goldnar, eru 14.000 krónur eftir um dagin, sigur ein av føroyingunum sum siglir við einum av veitingarskipunum

Síðan blaðið hevði grein herfyri um ónøgdu føroyingarnar sum sigla við veitingarskipum hjá hálendska felagnum Telco Marine b.v., hevur onkur annar av teimum, enn teir, blaðið tá tosaði við, sett seg í samband við blaðið við fleiri upplýsingum.

Viðkomandi, sum heldur ikki ynskir at koma alment fram, greiður frá, at hálendska felagið fær 29.000 krónur um dagin fyri hvørt av teim fimm skipunum sum oljufeløgini Shell og Esso leiga frá felagnum. Og tá ið olja, lønir og ferðaútreiðslur eru trektar frá, eru 14.000 krónur eftir um dagin hjá hvørjum skipi.


Onga frítíðarløn

? Og so skal eisini leggjast aftrat, at vit fáa onga frítíðarløn og heldur ongar kostpengar, tá ið vit eru heima, sigur føroyingurin við einum av skipunum hjá Telco Marine b.v.

Tað er Tor Shipping sum mannar skipini, og sum áður nevnt fær dekkari 12.000 krónur um mánaðin, kokkurin tað sama, 2. stýrimaður 13.000 og skipari 20.000 um mánaðin.


Fáa einki gjørt

Men sum skilst fær Tor Shipping ikki gjørt so nógv við lønarviðurskiftini hjá ónøgdu føroyingunum. Tó sigur hesin føroyingurin, sum setti seg í samband við blaðið, eftir fyrru greinina, at lønir fara upp, men ilt er at siga nær.

Veitingarskipini sum føroyingarnir manna liggja uttan fyri hálendsku strondini, millum 20 til 80 fjórðingar úr landi.