Veitsla fyri støk

Leygardagin 21. februar verður veitsla fyri støk í aldrinum frá umleið 40-60 ár í húsunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn.

Tað eru tey bæði Dagbjørt Hjaltalin og Ólavur Groth, sum skipa fyri tiltakinum.

Tey siga, at her verður serliga hugsað um tey støku í aldrinum frá 40-60 ár ella har á leið, men onnur eru eisini vælkomin. Bæði mannfólk og kónufólk eru vælkomin.

Har verður møguleiki at eta, dansa, práta og hugna sær saman.

Á skránni verður kalt borð og tað sum har til hoyrir. Drykkivørur kunnu eisini keypast á staðnum. Aftaná verður dansur og endað verður kl. 02.00 við súpan.

Dagbjørg og Ólavur siga, at tey eru støk, og tey vita, at tað eru nógv onnur, sum eru í somu støðu sum tey. Tí eru tey sannførd um at tørvur er á eini slíkari veitslu, har tey kunna hugna sær saman. Í øðrum londum verður javnan skipað fyri slíkum tiltøkum fyri støk og fólk eru glað fyri tað, siga tey.

Veitslan byrjar leygarkvøldið kl. 20.00 og hildið verður á til kl. 02.00 um náttina. Dansað verður eisini til 60-ara musikk.

Áhugaði kunnu tekna seg við at flyta peningin á konto í 407.410.7 í Suðuroyar Sparikassa. Á flytingini skal standa navn, bústaður og evt. telefonnummar.

Veitslan kostar 250 krónur og kvittanin verður nýtt sum atgongumerki.

Seinasta freist at gjalda er hósdagin 12. februar. Luttakaratalið er sett til max 100 fólk, so best er at tekna seg sum skjótast, verður sagt.

Áhugaði eru vælkomin at ringja til Dagbjørg ella Ólavur um okkurt er at spyrja um.

Dagbjørg tlf. 258833 og Ólavur tlf 220589.

Tey hittast best millum kl. 16 og 22.

Sí annars lýsing í Lýsinagartorginum undir teiginum "dansur".