Veitslan var uttanfyri

Viðhaldsfólkini royndu at gera grannauppgerðina í Havn eins serliga, sum tær vanliga eru. Men á vøllinum komu ferðin og intensiteturin sjáldan í hæddina

Fótbóltur

 

Hóast B36 hevði silvurmerkini at stríðast fyri, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið, tá teir leygardagin fóru á vøllin til seinasta dystin hetta kappingarárið. Grannauppgerðin í høvuðsstaðnum plagar annars at vera nakað, sum fær spælarar á báðum liðum upp í gear, men heldur ikki hjá HB sást nakað til, at hesin dysturin skuldi verið so serligur fram um aðrar.

Orsøkin var sum so eisini einføld. Við gullinum, sum NSÍ vissaði sær seks dagar undan hesum, var gassið at kalla farið av ballónini. HB kundi so ikki vika seg frá sínum fjórða plássi, og júst hendan dagin mundu teir hvítu vera hampuliga líkasælir, um talan gjørdist um silvur- ella bronsumerki.

 

Og so fekk tað valla verið øðrvísi. Dysturin gekk fyri tað nógva fyri seg í einum róligum tempo, har nærdystirnir vóru fáir og intensiteturin lítil. Til tíðir megnaðu partarnir at fáa samanhang í spælið eina løtu, men veruligt bit var sjáldan í. Undantakið var kanska Sylla, sum tóktist ógvuliga uppsettur upp á at staðfesta sín status sum toppskjútti í Formula-deildini, men hann varð alla tíðina væl ansaður av Vagni Mohr Mortensen, ið mundi vera frægasti HB’arin á vølli.

Málmøguleikarnir vóru heldur ikki teir heilt nógvu. Og ógvuliga sigandi, so var talan um eitt málmansmistak eftir deyðbólt, sum bar leiðslumálið við sær. Hví Jákup Mikkelsen valdi at hava múr, tá HB fekk fríspark einar 30 metrar úti, er ilt at siga. Úrslitið var í øllum førum, at Rasmus Nolsøe langaði til, og tá bólturin so knekkaði á veg inneftir, samstundis sum Jákup sá hann rættiliga seint, kundi hart skjótandi tvøramaðurin enn einaferð fegnast um eitt frísparksmál.

Hjá B36 gekst illa at skapa nakað. Eftir steðgin varð Fróði Benjaminsen fluttur á miðvøllin, og tvær ferðir var um reppið, at hann fekk javnvág í, meðan Oddmar Færø eisini hevði ein stútara, sum fór beint á HB-málverjan.

Hin vegin royndi HB at dúva upp á kontra, og tá tveir minuttir vóru eftir at spæla, kundu teir við vakrasta álopinum í dystinum seta punktum fyri Formula-fótbóltinum í ár. Milan Kuljic og Andrew av Fløtum broderaðu seg niðan eftir vøllinum, og dygst undir málinum kundi Rógvi Jacobsen staðfesta sína støðu sum HB-toppskjútti.

 

Lakur endi

Fyri HB mundi sigurin kennast sum ein troyst, nú talan ikki gjørdist um heiðursmerki í ár. Hóast alt, so gevur ein sigur á grannunum rættin til at arga komandi vetrarhálvuna, meðan felagið aftur ger seg til at seta kós móti oddinum.

Hjá B36 var tapið mest sum ein staðfesting av, at endaspurturin ikki var nóg góður, tá talan av álvara gjørdist um kapprenning við NSÍ. Seinastu tríggjar dystirnar varð einki stig vunnið, og seinasta triðingin megnaðu teir bert at vinna 12 av 27 møguligum stigum.