Vejla Boldklub hekk í einum tunnum tráði inntil seint týskvøldið.
Tá kundi ein fegin leiðsla traðka fram fyri ein stóran miðlahóp og boða frá, at felagið er bjargað í hesum umfari.
Í hvussu er soleiðis.
Ein ónevndur íleggingarbólkur hevur givið frásøgn um at keypa A-partabrøv, so kassin hjá felagnum verður tilført átta milliónir krónur. Fyrrapart týsdagin boðaði leiðslan annars frá, at 10 milliónir skuldu finnast áðrenn miðnátt.
Leiðslan og íleggjararnir, sum áður hava givið tilsøgn um 10 aðrar milliónir meta, at felagið skal kunna halda fram á tí grundarlagi. So tilsøgn er nú komin til íalt 18 milliónir krónur, skrivar Vejla Boldklub í einum tíðindaskrivi.