Vejle fyrstu stigini

Christian Høgni Jacobsen tykist hava ilt við at fáa fótafesti á Vejle liðnum, har hann sunnudagin bara var seinna partin av seinna umfarinum

DANMARK 1. DEILD

Eftir stóra tapið í Køge næstsíðsta vikuskifti ráddi um hjá Vejle at fáa høvdið fyri seg aftur, tá ið teir sunnudagin høvdu vijtan av grannunum úr Fredericia, sum fyrrverandi Vejle venjarin, Ole Fritzen, hevur ábyrgdina av. Í fjør vann Fredericia báðar dystirnar ímóti Vejle, og samantaldi málmunurin var 7?1.
Men hesa ferð eydnaðist tað hjá Vejle. Í tropiska sólskininum og hitanum á vøllinum í Nørreskóginum sóu 1.249 áskoðarar longu eftir at seks minuttir vóru farnir Vejle skjóta sigursmálið. Málskjútti var miðvallarin Mads Beierholm, sum verður mettur at vera ein hin evnaríkasti ungi spælarin í næstbestu deildini.
Í 2. hálvleiki trýsti Fredericia fyri at javna, og teir raktu eina ferð í stólpan, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
Christian Høgni Jacobsen var á Vejle beinkinum tríggjar teir fyrstu fjórðingarnar av tíðini. Í 68. minutti kom hann á vøllin. Hann loysti málskjúttan av.
Sunnudagin eigur Vejle torføra uppgávu á útivølli. Tá skulu teir spæla í Silkeborg, har niðurflytararnir hava fingið sera góða byrjan. Sunnudagin vunnu teir 2?1 á útivølli ímóti FC Nordjylland.

Amager aftur á kortið
Í mong ár hevur dreymurin á Amager verið, at teir skulu vera eitt alternativ í superliguni til hini feløgini í Keypmannahavn. Tað munnu vera eini tjúgu ár síðani, at Kastrup og Fremad Amager skiftust um at bjóða seg fram í bestu deildini, uttan at tað eydnaðist teimum at býta seg føst.
Samanleggingar hava verið framdar fyri at styrkja um fíggjarliga og ítróttarliga grundarlagið. Tað hava ikki øll viðhaldsfólkini verið so fegin um. Grannafelagið er ikki altíð tað, sum viðhaldsfólkini halda mest av.
Hóast samanleggingar so hevur tað roynst illa á vøllinum. Men nú tykist ein glotti at hómast, og amagerkanarnir eru aftur farnir at droyma stórar dreymar.
Fremad Amager er nú fremsta felagið á Amager. Síðsta kappingarár fluttu teir úr triðju bestu og upp í næstbestu deildina. Úrslitini í tveimum teimum fyrstu umførunum hava verið so góð, sum tað hevur borið til. Fyrst vunnu teir 3?2 á Eysturbrúgv ímóti Skjold, og sunnudagin vunnu teir 3?1 á heimavølli ímóti FC Aarhus. Harvið eru teir millum oddaliðini, og so møta nógvir áskoðarar upp. Í dýrdarveðrinum sunnudagin vóru teir 1.229.
B93 tapti 3?1 á heimavølli ímóti AC Horsens og Johan B. Hansen, niðurflytararnir úr Køge, sum næstsíðst hølvaðu Vejle av, taptu 2?1 í Køge, Ølstykke vann 3?1 á útivølli ímóti Brønshøj, og Skjold fekk fyrstu stigini, tá ið teir vunnu 3?1 í Odense ímóti B1913.