Vejle liggur enn á uppflytingarkós í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men talan gjørdist um ein hálvkiksara í útidystinum móti botnliðnum, Næstved í kvøld.
Viljormur Davidsen kom á vøllin í 56. minutti fyri Malte Amundsen, og tað var meðan Viljormur var á vøllinum, at Vejle tryggjaði sær eitt stig.
Andreas Heimer legði Næstved á odda tá bert átta minuttir vóru farnir av dystinum. Næstved var á odda, og tap var í hendi hjá Vejle til bert fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Wahid Faghir javnaði við einum góðum skoti, og so fekk Vejle av øllum illum eitt stig við sær til Jútlands aftur.
Nærmastu kappingarneytarnir, Viborg vunnu á útivølli í Skive. Vejle er á odda við 55 stigum. Nummar tvey er Viborg við 47 stigum. Nummar trý er Fredericia við 45 stigum.
Komandi leygardag klokkan 11 tekur Vejle móti Fredericia. Vinnur Vejle tann dystin kunnu teir væl og virðiliga hekta Fredericia av í uppflytingarstríðnum. Bara liðið sum endar nummar eitt í næstbestu donsku fótbóltsdeildini flytur beinleiðis upp í Superliguna. Nummar tvey og trý spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr Superliguni.
Í morgin klokkan 16 spælir liðið hjá Heina Vatnsdal, Fremad Amager á útivølli móti Hvidovre.