»Vekingarmøti« í Skálavík

Tjóðveldi hevur havt floksting um vikiskiftið í Skálavík, og tað var ikki sørt við spenningi at fylgt varð við, hvat var at frætta haðani, nú so hart leikar á á fíggjar- og búskaparøkinum, og altjóða kreppan bert sýnist at standa við og versna

Vit øll somul, tað veri seg hin einstaki, vinnulívið, fíggjargeirin, politiska skipanin v.m. verða noydd at taka tung tøk komandi tiðina, sum koma at raka okkum øll, meir ella minni, og sum er hin nógv størsta einstaka hóttanin og avbjóðingin móti dagligdegnum og vælferðini hjá einstøku familjuni her á landi, nú avgerandi funktiónir í samfelagnum standa og ridla. At almennu Føroyar mugu út í heim at læna 500 mill. kr. til at fíggja undirskotið á løgtingsins fíggjarlóg, tað er ikki bara sum at siga tað, og eftir øllum sólarmerkjum at døma við minkandi MVG inntøkum hjá landinum og fallandi skatti hjá kommunum og landi, er ikki ringt at rokna út, at neyðugt verður enn einaferð at fara út at læna, og hvørjar verða treytirnar, sum altjóða bankar seta okkum? Sporini ræða...

Hvat er so svarið hjá Tjóðveldinum upp á hesa sera álvarsligu fíggjar- og búskaparstøðu, sum vit og heimurin allur júst eru í, og sum sjálvsagt er fremsta kjakevni á politiska vígvøllinum allastaðni, líkamikið um talan er um støðuna í stóra USA ella í lítla Íslandi? Jú, í Føroyum boðar sjálvur formaðurin hátíðarliga frá suðuri í Skálavík, at neyðugt er við, haldið tykkum fast, nýggjari tjóðskaparrørslu! Makan til politiskt neyðaregg skal man leingi leita eftir! Er hetta alt, sum Tjóðveldi, sum aðruhvørja løtu rópar seg at vera egnaðan sum stjórnarberandi flokkur, hevur at bjóða Føroya fólki í hesi løtu, har toskurin svíkur, virki lata aftur, og arbeiðsloysið veksur dag frá degi? Allur heimurin, allar fyritøkur sum royna at knógva undir hesum fíggjarliga óløgi, skríggja eftir kapitali, men standandi loysnin hjá Tjóðveldinum upp á allar búskaparspurningar er: minkið um blokkin, minkið um fíggjarmøguleikarnar, so eru allir knútar loystir – álvvaratos, fer allur heimurin skeivur, meðan Tjóðveldi hevur funnið ljósið suðuri í Skálavík?

Og so tekur Høgni Hoydal skálvíksingin og mentamannin Heðin Brú upp á tunguna, sum ein, ið hevur brotið burturúr nýggjum og brotið frá – jú, rætt er tað, Heðin Brú hevði nevniliga andstygd fyri turrgeldu nationalu tómgongdini aftur og fram á tingi eftir floksbýtið 1906 millum Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin, og júst tí tók hann undir við nýggju hugsjónini, sum Javnaðarflokkurin umboðaði, og sum setti einstaka menniskja og lívsmøguleikar tess í sentrum, og á fyrsta sinni setti fordeilingspolitikkin á skrá upp ímóti nationalu tøvingini á staðnum - og Høgni, ja hann stendur og tøvir enn!?

Eg skilji væl, at Tjóðveldi ikki verður tikið í fullum álvara á tingi, og at álitið á floksformannin er rokið! Onki boð upp á dagsins stóru trupulleikar, men týskarin Hegel, hann við tjóðskapinum, skal ordna trupulleikarnar hjá okkum føroyingum anno 2009 við eini nýggjari útgávu av nationalismuni, saman við ein miðvísari niðurlaðing av blokkinum, nú gassið og geistin er farið av gamla fullveldis- og loysingartosinum – tað er alt?! Eisini nevnir Høgni onnu r“stórmál”, sum t.d. lásamálið, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Føroyar, at Høgni sleppur at spæla “uttanríkisráðharri í egnum landi”, at tjóðveldi ikki er tað sama sum “húðaskógvamentan”, og so nevnir hann eisini tey 19 uppskotini, sum blivu løgd fram á tingi frá Tjóðveldi nú um dagarnar, sum fevna líka frá Búskapargrunni til at læra føroyskar journalistar at stava og lesa (hava hesir ikki gingið í skúla og lært føroyskt í ein 12 –13 ár!??) – alt kostnaðarmikil uppskot, men Tjóðveldi, teimum so líkt, ikki eitt orð um, hvør skal fíggja hesar fleirfaldaðu milliónaupphæddir, av sonnum, nationalt svermarí fyri gallarínum! Hetta er ikki ein “misskilt nationalisma” – hetta er beinleiðis grátuligt, at hesin flokkur tekur hættisligu støðuna í landinum í so lítlum álvara. Væl veit eg, at akademiska havnarkjarnan við Høgna, Sjúrði, Bjørt, Bergtóru o.s.fr. hevur fult ræði á flokkinum, og hesi ferðast sjáldan í hugaheiminum uttan fyri ein radius uppá 5 km frá Vaglinum í Havn, men máti skal vera við!

Sum Shakespeare gamli segði á sinni: words,words, words....