Í farna ári kom út bókin ?Villini súgdjór í Útnorðri?. Bólkurin av lívfrøðilærarum við Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy og við Klaksvíkar HF-Skeiði hevur lisið bókina og loyvir sær við hesum at gera ein samandrátt av teim viðmerkingum, ið vit hava til myndir og tekst. Í stuttum kann sigast, at myndirnar yvirhøvur eru sera góðar, meðan tað er spell, at tann áhugaverdi teksturin í støðum ikki er nóg neyvur.
1. MYNDIRNAR
Myndirnar hjá Edwardi Fuglø eru yvirhøvur livandi, nátúrligar og framúr væl teknaðar. Rørsla og dramatikkur eyðkennir myndirnar, men í einstøkum førum sæst ein farri av menniskjagering. T.d. kópamyndirnar minna á kvæðið um kópakonuna. Tað eydnast oftast at fáa fram sereyðkenni hjá teim ymsu súgdýrunum; men bókin er so mikið umfatandi, at tað er nærum ógjørligt at fáa væleydnaðar myndir av øllum dýrumunum. Talan er sjónliga um eitt risastórt og drúgt arbeiði, har myndirnar í nógvum førum eru meira listarligar enn náttúrutekningar. Serliga hvalamyndirnar eru fín listaverk og hartil neyvar. Tú nærum hoyrir sprutt, bløðrur og blástur frá hvalunum - ja, kennir teg staddan undir vatni viðhvørt! Myndirnar av fjallarevinum (s. 164-65) bera tó brá av kettu, og haran á s. 175 er ?fitt?, men nakað óneyv viðvíkjandi støddarlutfalli. Samantikið er myndatilfarið á høgum stigi og stendur ikki aftanfyri myndir í nógvum útlendskum bókum av sama slag. Tað má sigast, at Edward hevur tikið seg munandi fram á listarliga økinum, síðan hesar fjølbroyttu gávur hansara so smátt fóru at kaga undan á Klaksvíkar HF-Skeiði, miðskeiðis í 80 árunum!
Við einum so hugvekjandi og flottum myndatilfari, slepst ikki undan, at tú sum lesari fert at vænta tær nógv av tekstinum, samstundis sum at ávís dygdarkrøv verða sett til hann.
2. TEKSTURIN
Fyrst má ásannast, at tað er stórhending fyri føroyska náttúrusøgu, at tílíkt umfatandi bókaverk kemur út. Eisini er talan um prentlist á høgum stigi. Tá ið hetta er sagt, eru tó nøkur viðurskifti við tekstinum, ið vit niðanfyri fara at gera viðmerkingar til.
2.1. Málsligar og námsfrøðiligar viðmerkingar
Fleiri dømi eru í bókini um, at eldri føroysk heiti innan dýr og dýrahald eru afturkomin til heiður og æru. Her hevur bókin klárt eitt ávíst mentanarligt virði eisini.
Ivasamt er kanska konsekvent at nýta orðið ?látra? um paring hjá nógvum ymiskum kópasløgum. Har er so at siga bara láturkópur ,ið ?látrast? (parast) inni í látrum.
Tá ið frágreiðingar eru um dýr innan - anatomiskar myndir - er tørvur á, at pílar ella annað frámerki týðuliga vísir, hvat meinast við á myndini (t.d. s. 14) Stabbamyndirnar (s. 18 og s. 105) áttu eisini at havt talseting á, soleiðis at veruligu tølini síggjast og ikki bara verða søgd í tekstinum.
2.2 Viðvíkjandi
nøvnum á dýrum
Hvussu skal eitt dýr, ið ikki finst í Føroyum eita? Hetta er ofta ein trupulleiki; men bókin kemur oftast væl frá valinum av nýgjørdum nøvnum til ?fremmand? súgdýr. Øðrvísi er við dýrum, ið longu eru kend í Føroyum. Skulu gomlu nøvnini nýtast, ella skulu nýggj nøvn fáa innivist? Bókin hevur funnið eina nøkulunda hóskiliga javnvág. Aldargamla føroyska hvalanavnið ?bláhvalur? (nú ?royður?) átti tó ikki at verið útihýst. Orðið ?bláhvalur? er kent og nýtt av føroyskum sjómonnum alla hesa øldina. Haraftrat hevur orðið ?royður? eisini merkt ?stórhvalur sum heild?. Fiskanøvnini kundu verði betri samskipaði - uttan at blanda føroysk og útlendsk fiskanøvn hvørt um annað. Til dømis ?bláhvítingur? tykist meinast við svartkjaft, sum tó eisini verður nevndur í sama andadrátti.
2.3. Fakligar viðmerking
ar og nakrar rættingar
Krill
Ein sera óheppin misskiljing er komin í umrøðuni av høvuðsføðini hjá stórhvali, nevniliga ?krill? (s.16). Bókin definerar ?krill? sum ein blanding av ymiskum dýrum (veingjasniglar, reyðæti og ljósrækjur). Hetta er skeivt, tí ?krill? hevur í hvussu er seinastu uml. 30 árini merkt eina og aleina krabbadýr úr bólkinum Euphausiacea. Bókin gevur Euphausiacea navnið ?ljósrækjur?. Hetta er eitt sera villeiðandi val, tí ?rækjur? hoyra til bólkin Decapoda, ið lítið og onki hevur við Euphausiacea at gera. Føroyskar skúlabøkur hava áður nýtt orðið ?ljóskrabbi? fyri Euphausiacea. Ein annar møguleiki kundi verið ?ljósáta? ella ?ljósæti?, ið eisini sipar til, at hesi dýr senda út ljós.
Orðið ?krill? er haraftrat umsett til ?skrið?. Hetta orð fær ein at hugsa um illveður ella at skríða. Hvørki er serliga væl galdandi fyri ?krill? - sum svimur skjótt og als ikki skríður! Her tykist sum neyðugt er við eini upprudding viðvíkjandi heitum og nøvnum á havlívfrøðiliga økinum. Eitt upplagt samstarvsprojekt fyri stovnar, ið knýttir eru at havlívfrøðiligum kanningum - og undirvísingarverkinum annars.
Lívsringrásin
hjá rundormum
Bæði hjá hvali og kópi eru umfatandi skeivleikar komnir í viðíkjand lívsringrásini hjá rundormum, ið liva í fiski, og kunnu enda sum føði hjá hvali ella kópi (s. 17 og s. 104). Hesir skeivleirkar eru so mikið stórir, at Skúlabókagrunnurin átti at sent út rættingarblað. Nøvn á viðkomandi rundormum sum ?toskasandmaðkur? og ?sildamaðkur? tykjast verða tikin úr leysari luft, umframt at verða skeiv og villeiðandi. At nýta orðið ?at víggja? í sambandi við eggframleiðslu hjá maðkum (s.202) og rundormum er neyvan rætt, tí hetta orð verður nýtt um egg frá flogkykti (insektum).
Annað
Kortini yvir útbreiðslu av hvali og teksturin um landafrøðina samsvara ikki nóg væl - her eru fleiri dømi. Í umrøðuni av grindaknívinum er hend ein misskiljing. Jørnini á grindaknívi , ið verja hondina, eita ikki hólkur, tí tað er jú hólkurin, ið heldur blaðnum fastum á sjálvum skeftinum. - Ein og hvør knívur uttan hólk hevði verið vandamikil!
Stórhvalurin ?seiðhvalur? verður sagdur at hava ?stórt horn?. Á yvirlitstalvuni er tó horn hansara ikki størri enn á grindahvali.
Týdningarmikla ljóðsamskifti hjá hvali er komið við. At umseta ?ultralyd? (ultra sound) til ?yvirljóð? er ikki serliga beinrakið. Fær ein at hugsa um ?yvirtónar? innan tónleikin. Hvat við heldur at nýta orðið ?háfrekvent ljóð? ella bert ?hásveiggjandi ljóð??
Hvalur verður sagdur bert at kunna køla seg við bøkslum og horni. Ikki heilt beint, tí nakað av køling kann fara fram gjøgnum blóðæðrar í spikinum - eitt slag av ?shunti?. Millumbilini millum góð og ring grinda- ella døglinga-ár (100-120 ár) verða nevnd ?ringrás?. Eitt sindur óheppin orðing. Kanska heldur nýta orðið ?skiftisskeið? fyri Sagt verður á s. 193 at loppurnar á svørtu rottuni elvdu til verstu farsóttina í miðøldini ?svartadeyða?. Hetta er ikki heilt rætt, tí tað er jú bakterian Yersinia pestis, ið m.a. livir á svørtu rottuni, ið elvir hesa sjúku. Men loppurnar bera bakteriurnar frá deyðum rottum til fólk.
Læmingur verður umrøddur sum ?ágangandi ránsdjór?, hóast hann beint áðrenn er sagdur at vera plantuátari. - Soleiðis kundu vit hildi fram, men lat hetta vera nóg mikið.
3. SAMANTIKIÐ
Bókin er ein góð handbók um land- og sjósúgdýr í útnorðri; men sum lærubók er tó nakað eftir á mál. Her áttu meira spurningaorðaði evni at verið tikin við. T.d. trupulleikarnir við tungmetalum og pesticidum í hvali - serliga grindahvali. Spurningurin viðvíkjandi stovnsstødd og nøring hjá ymsum stórhvalum kundi eisini verið tikin fram. Trupulleikarnir við kaving kundu verið meira gjølliga viðgjørdir. Arvakanningar av stovnum hevði verið sera áhugavert at hoyrt meira um.
Keldulistin er stórur og umfatandi, men ein ofta nevnd tilvísing sum ?Uppískoyti I og II? er als ikki nevnd í keldulistanum. Hetta kundi verið ein forvitnislig kelda at kanna nærri.
Aftast í bókini er ein hentur orðalisti við ymsum heitum á dýrakropslutum v. m. Listin er eftir okkara tykki nakað stuttur við tað, at ein rúgva av rættiliga óvanligum orðum verða nýtt í tekstinum.
Taka vit samanum fyri bæði styrki og veikleikar við bókini, so er tó høvuðsniðurstøðan tann, at hon vekir áhuga og bøtir munandi um kunnleikan til súgdýrini í útnorðri. Høvuðstrupulleikin er, at Skúlabókagrunnurin skuldi lati føroyskar lívfrøðingar fingið høvi at lisið tílíkt verk, áðrenn tað varð útgivið, soleiðis at fakligar villur í minst møguligan mun komu fyri - í so prýðiligari og dýrari bókaútgávu!
Dánjal Petur Højgaard, Jákup Eyðun Joensen og Kári Purkhús
lívfrøðilærarar við Studentaskúlan og HF-Skeiðið í Eysturoy og Klaksvíkar HF-Skeið