VEKS á Vanganum

- Nú kunnu borgarar hjá VEKS søkja um tænastur á Vanganum, og tørvar tær hjálp, kunnu avvarðandi søkja fyri teg

- Vit vita, at nógv eldri ikki eru von við talgildar skipanir. Tí er tað ein stórur lætti, at avvarðandi kunnu hjálpa á ein tryggan hátt beinleiðis á Vanganum, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS

- Við nýggja møguleikanum kunnu eldri fólk í Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu senda umsóknir um tænastur og veitingar, sum eitt nú endurvenjing og mattænastu á Vanganum. Við hesum møguleika gerst tilgongdin skjótari og smidligari.

 

Soleiðis siga tey í eldrasamstarvinum, VEKS, sum Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna og Eiðis kommuna eru saman um. 

 

Stórur dentur er lagdur á, at avvarðandi kunnu søkja vegna borgarar, sum ikki eru førir fyri ella vanir at brúka talgildar tænastur.

 

- Vit vita, at nógv eldri ikki eru von við talgildar skipanir. Tí er tað ein stórur lætti, at avvarðandi kunnu hjálpa á ein tryggan hátt beinleiðis á Vanganum.

 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS, sum fegnast um, at VEKS gongur á odda á eldraøkinum við talgilda frambrotinum.

 

Í fyrsta umfari ber til at søkja um hesar tænastur hjá VEKS:

 

* Mattænastu

 

* Dagtilboð

 

* Ergo og fysioterapi

 

* Ansing av eldri og óhjálpnum heima

 

* Stutttíðarpláss

 

* Búpláss

 

* Umbiða prát

 

Soleiðis gert tú: Rita inn á Vangan.fo við Samleikanum. Finn VEKS undir tænastuveitarum. Vel tænastuna, tú hevur tørv á, og send umsóknina.

- Hevur tú tørv á hjálp, ring á 1881 ella send teldupost á [email protected], siga tey í VEKS-samstarvinum.

 

- Vit vita, at nógv eldri ikki eru von við talgildar skipanir. Tí er tað ein stórur lætti, at avvarðandi kunnu hjálpa á ein tryggan hátt beinleiðis á Vanganum, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS