Alt fólkatalið á Kuba - umleið tíggju milliónir fólk - varð rakt av streymslitinum.
Elnetið er endurreist í vestara, mið- og eystara parti av Kuba.
Kuba hevur havt trupult við at varðveita støðuga elframleiðslu, síðani USA stongdi oljuveitingina úr Venesuela til Kuba.
Amerikanskar herdeildir gjørdu innrás í Venesuela í januar og tóku táverandi forsetan í landinum, Nicolas Maduro, og flugu hann til USA.
Eingin olja er innflutt til Kuba síðani 9. januar.
/Ritzau/











