Veksandi áhugi fyri frítíðarsigling

Stovnandi fundur av bátafelag verður í Leirvík leygarkvøldið.

Øll bátaáhugað eru vælkomin til stovnandi fund av bátafelag í Eysturkommunu leygarkvøldið.

Seinastu árini eru bátafeløg stovnað kring landið. Hetta er ein gongd, eftir at bátar, sigling og sosial samvera er vorðið ein afturvendandi partur av summarhálvuni.

Bátastevna er á Toftum tíðliga í mai, og í endanum av mai er bátastevna í Vestmanna. Í Hvalvík skipa tey fyri bátahugna, og um heystið er regattasigling í Sundalagnum.

Haraftrat savnast bátaeigarar til felags tiltøk og aðrar stevnur, og tá ovastevna verður hildin, plaga nógv fólk - alt eftir, hvussu veðrið roynist - at leita sær út til Nólsoyar í báti.

Nú ætla fólk í Eysturkommunu eisini at stovna eitt bátafelag fyri bátaeigarar í kommununi. Lýst er til stovnandi fund á Lista-og Bátasavninum í Leirvík.

- Stovnandi fundurin verður leygarkvøldið 16. januar klokkan 19, har øll bátaáhugað eru vælkomin, verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.