Búskaparráðið skrivar, at síðani 2015 eru sethúsaprísirnir øktir munandi skjótari, enn inntøkurnar. Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur og neyðugt er at veksa um útboðið av bústøðum, so fólk støðast í Føroyum so fíggjarpolitiska haldføri ikki verður enn verri.
Í mynd 1 sæst, at sethúsprísirnir eru øktir munandi skjótari, enn inntøkurnar síðani 2015. Stóri vøksturin í sethúsaprísinum er fyrst og fremst orsakaður av, at eftirspurningurin er munandi størri enn útboðið.
Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum, og tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnir tekur hesa avbjóðing í størsta álvara. Fíggjarpolitiska haldførið er vánaligt, og tað verður enn verri, um fólk ikki fara at støðast í Føroyum. Ein týðandi fyritreyt fyri tí er, at tað er møguligt at fáa eitt býli. Neyðugt er at veksa um útboðið av bústøðum, bæði tí fólkatalið veksur, og tí familjumynstrið broytist, so fólk í størri mun enn áður liva sum støk ella stakir uppihaldarar, ið krevur fleiri bústaðir. Tað eru í dag 27% sum liva støk, og hjá 25% av húskjunum eru bert 2 í húsarhaldinum. Broytta familjumynstrið merkir, at tað er tørvur á, at verða bygdar fleiri smærri búeindir.
Onnur tiltøk kunnu vera við til at ávirka eftirspurningin eftir býlum. Eitt nú ber til at áseta fastognarskatt, tí tað kann vera við til at avmarka eftirspurningin eftir bústøðum og gera prísgongdina meira støðuga. Ein hóskandi fastognarskattur hevði avmarkað áhugan í at brúka fastogn sum íløguaktiv, tá tað hevði javnsett íløgur í fastogn við partabrøv og onnur virðisbrøv.
Harafturat kann rentustuðulin stigvíst takast burtur.
Mynd 1
##med2##
Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.












