KIRKJAN: Gongur tað so sum forkvinnan í felagnum fyri Kirkjuráðslimir ynskir, so verður komandi kirkjuráðsval hildið samstundis sum kommunuvalið.
- Hetta hevði uttan iva gjørt sítt til, at so nógvir limir í fólkakirkjuni sum gjørligt kundu atkvøtt, sigur Jórun Johannesen.
Fyrr í morgun helt hon sín fyrstu frágreiðing sum forkvinna í felagnum fyri Kirkjuráðslimir, sum um vikuskiftið hevur ársfund sín í leguhúsinum í Nesvík.
Tey kirkjuráðini sum sita nú eru tey seinastu, sum ikki verða vald av kirkjufólkinum. Við næsta val, sum verður í 2013, verður kravt kirkjuráðsval í teimum størru bygdunum og býunum.
- Hetta fer helst at geva okkum nýggjar avbjóðingar, vísir Jórun á. - Eitt uppskot kundi tí verið, at hildið valið samstundis sum kommunuvalið.
Við hetta høvið er eisini møguleiki at fáa ?samsvar? millum tann unga miðalaldurin á teimum nýggju prestunum og á kirkjuráðslimunum. Sum heild er miðalaldurin á kirkjuráðslimunum sum held hægri.
Eisini í hesum sambandi kom forkvinnan í felagnum við einum hugskoti ella ynski, sum kanska kann fremjast longu við komandi val.
- Tað hevði helst skap størri fjølbroytni, um vit løgdu okkum eftir, at minst ein kirkjuráðslimur í hvørjum kirkjuráði var fólk í tjúgunum ella tríatiárunum, vísir Jórun Johannesen á.