Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Kanningin gevur hetta úrslit:
Fólkaflokkurin: 16,7 prosent (- 7,1 prosentstig)
Sambandsflokkurin: 29,9 prosent (+1,5 prosentstig)
Javnaðarflokkurin: 27,3 prosent (+1,7 prosentstig)
Tjóðveldi: 18,7 prosent (+0,1 prosentstig)
Framsókn: 3,2 prosent (+0,7 prosentstig)
Miðflokkurin: 4,2 prosent (stillaði ikki upp)
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ganga eitt vet fram, meðan Fólkaflokkurin fær ein ordans frammaná og er einasti flokkur, sum hevur afturgongd. Tjóðveldi og Framsókn standa at kalla í stað, men kvinka tó eitt sindur fram, meðan Miðflokkurin ikki stillaði upp seinast.