Velja vit kikaran hjá Nelson ella tignina

Viðmerking til málsviðgerðina av fyrverandi landsstýrismanni Jørgen Niclasen vm. Í sambandi við misálit á landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, opnaði Fólkaflokkurin allar hurðar bæði fyri núsitandi samgongu og at skipa samgongu við anstøðuna, fyri at reinsa Jørgen fyri ákærurnar hjá kanningarstjóranum, Turið Debes Hentze, um, at Jørgen hevði gjørt seg sekan í, uttan heimild, at seta almennan pening í váða vm, sum er greitt dømi um, at stýrisskipanarlógin hevur spælt fallit! Skúladømi í donskum revsirætti er um persón, sum bleiv dømdur fyri "mandatsvik og underslæb" fyri í heimildarloysi at seta pening hjá øðrum persóni í váða.

Tað er ikki Jørgen ella Fólkaflokstatikkurin, ið eigur at vera hugt at, men at sjálvari stýrisskipanarlógini, sum so dyggiliga spældi fallit, og einans tí, at løgfrøðingarnir, tvs sakfør-ararnir, Bjørn av Heygum, Annfinn Vitalis Hansen og aðrir, sum løgdu navn til stýrisskipanarlógina, ikki unti løgmanni og landsstýrismonunum sama tryggleika, sum teir sjálvur hava, tá teir verða mettir ov lættir. Munurin er, at verður ein advokatur funnin ov lættur av Advokatráðnum so hevur hann møguleika at skjóta avgerðina inn fyri Landsrættin, meðan hvørki løgmaður ella nakar landsstýrismaður hevur henda sama møguleika.
Sjálvandi átti Jørgen, eins og Signar á Brúnni, at fingið henda møguleika at reinsa seg á ein virðiligan hátt, soleiðis at vit kundu sloppið undan tí sirkusi, sum fór fram, tá misálit bleiv reist á Jørgen!
Annars átti persónur, sum misálit verður reist ímóti, tað verið seg frá kaningarstjóra elle fúta at verið fyribils loystur úr týðandi starvi, og fingið starvið aftur, tá viðkomandi var reinsaður. Hvar hoyrir tað heima, at maður, sum stendur undir ákæru fyri neyðtøku, ella fyri í heimildarloysi at hava sett almennan pening í váða, umboðar føroysku tjóðina úteftir, eins og inneftir!
Tað kann soleiðis sigast, at tað eru teir løgfrøðingarnir, sum løgdu navn til stýrisskipanarlógina, sum eiga æruna av tí møguliga justismorði, sum bleiv framt ímóti Jørgeni, um tað bleiv framt eitt justismorð !
Tað, vit hava sæð, er einki annað enn, at ávísir persónar hava víst løgmans- og landsstýrismannastarvinum størstu vanvirðing !
Nú ein fjórðingur at av landsstýrinum eru løgreglumenn eru Føroyar nærum vorðnar ein politistatur, (sjálvt um hesir ikki fingu neyðugu atkvøðurnar, sum skulu til fyri at koma á ting), og løgmaður hevur kravt av tí eina lansstýrismanninum / politistinum, at rudda upp í Fiskimálaráðnum, so skal vera heitt á hann um beinanvegin at fara í holt við at gjøgnumganga tvingsilssøluuppgerðirnar av teimum fiskiførum, sum landskassin hevur mist pening av.
Henda áheitan tekur støði í, at eg, vegna sakføraran hjá Fiskimálaráðnum og landskassanum, Poul Hansen, bar spurning víðari til PØ-nevndina hjá Fólkatinginum, soleiðis, at PØ-nevndin kundi stilla løgmálaráðharranum spurning um heimild hjá Føroya Banka, at mótrokna sínar annars mistu veðrættir í sjógvpantinum, soleiðis, at landskassans veðrættur kom í vanda !
Hetta varð gjørt í samband við at fáa skapt for-treytir soleiðis, at faðir hanara, reiðarin, Aksel Hansen, kundi fáa sanerað trolaraflotan, annars fór hann og flotin hjá honum av knóranum, og vóru teir nógvir, sum fóru av knóranum av nevndu orsøk ! At advokaturin ikki maktaði at gera vart við seg á røttum stað, ið var, sum sakførari hjá landinum og í Fútarættinum, komst av, at tá vildi bankin skrúva fyri tí heita vatninum, og Aksel, saman við hansara flota, vildi farið av knóranum!
Hetta slag av bankvirksemi er ikki eindømi, og havi eg sæð tað í øðrum sambandi, og sostatt kundi alt bent á, at mannagongdin er fallin aftur á ta gomlu siðvenjuna, har bankans veðrættir koma fram um landskassans, sjálvt um teir standa seinni í røðini ! Tað er nokk til at rudda upp í hjá einum lansstýrismanni í Fiskivinnumálum, hvørt einasti førleiki er, at hann er útbúgvin politistur, ella er hondplukkaður av Fólkaflokkinum til at seta kikaran fyri tað blinda eyga, som gamli Nelson gjørdi, og er tað nokk av tí slagnum av tinnsoldátum í skaranum hjá okkara fúta at taka av!

PS
Í samband við starvssetanina av landsantikvari, man fáur so munnfimur persónur, sum landsstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, hava niðurgjørt tann fyrst innstillaða umsøkjaran, sum hon hevur gjørt í síni sjálvrættvísgerðing av setanini av persóni, sum beinleiðis gav skeivar upplýsingar um seg, fyri at náa starvinum, og sjálvt tá tað kom fram, hevði hetta ongan týdning fyri hana, og avdúkar hetta, at hon ikki er egnað til sítt starv sum landsstýrismaður, tá ein landsstýrismaður má duga at orða seg við skili og tign.
Tá kvalifiseraður umsøkjari í styttri tíðarbil hevur røkt starvið til lítar, verður vrakaður á henda hátt, og eftir, at hann var fyrst innstillaður, eigur tað at verða settur spurningur við vístan setannarpolitikk hjá hesum fullveldislandsstýri, og um hann einans tekur støði í, um hægsti førleiki fyri almennari starvssetan er, at viðkom-andi skal kunna drena / nassa mest møguligt úr grunnum í øðrum londum.