Tað er framvegis eingin meiriluti í Danska Fólkatinginum í seinastu veljarakanningini frá Voxmeter, har hvørki reyði ella blái vongur koma upp um teir 90 sessirnar, sum skulu til fyri at hava meiriluta.
Men um sessirnir hjá Moderatunum við Lars Løkke Rasmussen á odda verða lagdir saman við bláa vongi, so eru 90.
Og um teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi verða lagdir saman við teimum 85 hjá reyða veingi, so verða bara 89, sum ikki er nóg mikið til meiriluta.
Javnaðarflokkurin, Moderatarnir og tey Radikalu tosa um eina stjórn tvørtur um miðjuna, men ilt er at fáa eyga á semju um at skipa slíka stjórn, og tí er spenningurin enn í hásæti.
Men stórar broytingar verða í Fólkatinginum, vísir kanningin. Eitt Vinstri og Radikali flokkurin missa helmingin av tingmanningini, at Danski Fólkaflokkurin missir 9 av teimum 15 sessunum, flokkurin hevði seinast.
Hinvegin koma nýggju flokkarnir Moderatarnir í Fólkatingið við 18 fólkatingslimum og Danmarksdemokratarnir við 16.
Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin, og týsdagin í Danmark og í Grønlandi.
Úrslitið av nýggjastu veljarakanningini hjá Voxmeter sæst niðanfyri:
##med2##