Tað er stórur munur á, hvussu danir velja til ES tingið og til Fólkatingið. Tað hava vit sæð fleiri ferðir.
Um veljarakanning hjá Voxmeter í dag er eftirfarandi, so tað einki broytt í so máta.
Sambært kanningin missi Javnaðarflokkurin heili 7,6 prosent, men hann varðveit støðuna sum størsti flokkurin í Danmark. Hann fær 19,9 prosent. Á ES valinum í gjár fekk hann bara 15,6 prosent.
Í kanningini í dag er SF næststørsti flokkur við 15,3 prosentum. Á valinum í gjár var hann størstur við 17,4 prosentum.
Liberal Alliansa er á triðja plássi í kanningini í dag við 14,2 prosentum. Á valinum í gjár fekk hann bara 7 prosent.
Tilsamans vísir veljarakanningin, at reyðu flokkarnir fáa 91 fólkatingssessir, meðan teir borgarligu bláu flokkarnir fáa 84. Fýra sessir eru í Grønlandi og Føroyum, sum ikki ávirka javnvágina millum siðbundnu blokkarnar í Danmark.
Á valinum í gjár fingu bláu flokkarnir ein lítlan meiriluta í prosentum. 50,2 prosent ímóti 49,8 prosentum. Men í tingsessum vunnu teir reyðu flokkarnir 8 og teir bláu 7.
Stjórnin stendur í kanningini til at fella við einum braki, tí tey fáa bara 61 sessir. Harvið mangla teir 29 sessir til tess at vinna meiriluta.
Dagsins veljarakanning til Fólkatingið hjá Voxmeter
Valúrslitið til ES valið í Danmark í gjár