Veljarakanningar benda á dramatiskt valkvøld í Turkalandi

Fleiri veljarakanninga vísa, at Recep Tayyip Erdogan má lúta sum forseti í Turkalandi

 

74 ára gamli javnaðarmaðurin Kemal Kilicdaroglu verður í kanningum spáddur at hava góðar møguleikar at vinna á Recep Tayyip Erdogan á valinum í Turkalandi í dag. - Foto: Ozan Kose/Ritzau Scanpix

Recep Tayyip Erdogan hevur í meira enn 20 ár verið í oddinum í turkiskum politikk – fyrst sum forsætisráðharri og síðani sum forseti.

Men dagurin í dag kann gerast ein lagnudagur hjá roynda leiðaranum. Roknað verður við, at hann fær harða mótstøðu á forsetavalinum í dag.

Her eru nakrar veljarakanningar, sum hava verið almannakunngjørdar:

* 69 ára gamli Erdogan skal á valinum fyrst og fremst stríðast ímóti 74 ára gamla javnaðarmanninum Kemal Kilicdaroglu um forsetasessin.

* Triðja valevni, Sinan Ogan, verður ikki mettur at hava stórvegis møguleikar á valinum. Eitt fjórða valevni, Muharrem Ince, tók seg aftur fyrr í vikuni.

* Tað krevjast 50 prosent av atkvøðunum fyri at tryggja sær sigurin í fyrsta valumfari.

* Í fleiri veljarakanningum stendur andstøðuvalevni Kilicdaroglu til at fáa meira enn 50 prosent av atkvøðunum og harvið at vinna valið.

* Hann er sambært fleiri altjóða og turkiskum miðlum styrktur av, at nógvir veljarar, sum hava valt Muharrem Ince, nú eftir øllum at døma velja Kilicdaroglu í staðin

* Ince hevur sagt, at hann hevur tikið seg aftur, so andstøðan ikki skal brúka hann sum undanførslu til, at tað ikki eydnaðist at vinna valið.

* Nakrar av teimum seinastu kanningunum frá turkiskum greiningarstovnum síggja soleiðis út:

Í klombrum verður víst, nær kanningarnar eru gjørdar.

Orc (10.-11. mai): Erdogan: 44,2 prosent / Kilicdaroglu: 51,7 prosent.

Yöneylem (9.-10. mai): Erdogan: 44,4 prosent / Kilicdaroglu: 49,5 prosent.

MetroPOLL (9.-10. mai): Erdogan: 46,9 prosent / Kilicdaroglu: 49,1 prosent.

Artibir (2.-9. mai): Erdogan: 44,6 prosent / Kilicdaroglu: 50,1 prosent.

Konda (6.-7. mai): Erdogan: 43,7 prosent / Kilicdaroglu: 49,3 prosent.

* Um eingin vinnari er í fyrsta umfari, verður nýtt val tvær vikur seinni – sunnudagin 28. mai.

* Sjálvt um Kilicdaroglu til dømis hevur fingið flestar atkvøður í fyrsta umfari, kann úrslitið væl síggja øðrvísi út í einum møguligum seinna umfari.

Keldur: CNN, turkiskir greiningarstovnar.

/ritzau/

 

 

 

74 ára gamli javnaðarmaðurin Kemal Kilicdaroglu verður í kanningum spáddur at hava góðar møguleikar at vinna á Recep Tayyip Erdogan á valinum í Turkalandi í dag. - Foto: Ozan Kose/Ritzau Scanpix