Veljarakanningin: ? Átti at verið gjørd øðrvísi

? Serliga tann seinasti spurningurin er ov leysur, tí tað er rættiliga ógreitt hvat liggur í orðunum »einaferð í framtíðini«, sigur John Mortensen, samfelagsfrøðingur, sum hevur verið við í nærum hvørjari veljarakanning síðani 1984

Fyri einari viku góðari viku síðani almannakunngjørdi Útvarpið eina veljarakanning, sum stovnurin sjálvur hevur staðið fyri at gera.

Kanningin snúði seg serliga um fullveldisætlan landsstýrisins, og hvørja undirtøku hon fær.

Sum vera mann eru fleiri, sum seta spurnartekin við slíkar kanningar, og ofta eru tað tey, sum kanningin gongur ímóti, sum serliga eru í iva.

Soleiðis er eisini í hesum føri, men kortini eru eisini onnur, sum eisini ivast í mátanum, sum útvarpið hevur gjørt hesa kanningina uppá.

Ein teirra er John Mortensen, samfelagsfrøðingur og lærari við miðnámsskúlan í Suðuroynni.

Hann heldur, at kanningin hjá Útvarpinum hevur fleiri brek, sum teir kundu sloppið undan, um kanningin var gjørd á annan hátt.


Spurningarnir

eru veikir

Tað fyrsta sum John Mortensen staðfestir er, at spurningarnir í veljarakanningini eru veikir.

? Fyri tað fyrsta er eingin, sum veit hvat teir fara til Danmarkar at samráðast um, og tí er ógvuliga torført at hava eina støðu til úst tann spurningin, sigur John Mortensen og vísir til fyrsta spurningin um Føroyar skulu vera innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagssskapin.

John heldur tað ikki vera rætti mátin at seta handa spurningin, tí fortreytirnar fyri at spyrja handa spurningin kunnu gerast so nógv øðrvísi eftir at føroyingar og danir hava sitið við samráðingarborðið.

? Tá vit koma til tann næsta spurningin, so svarar hann seg sjálvur. Samgongan ætlar sær til Danmarkar at samráðast um teirra fullveldisætlan. Fólkið sigur, at tey vilja hava, at Føroyar skulu vera innanfyri ríkisfelagsskapin. So sigur tað seg næstan sjálvt, at tey svara ja til spurningin um fólkaatkvøðu, sigur John Mortensen.


Seinasti spurningurin er ókeypis

Tað, sum John Mortensen kortini heldur vera veikasta punktið í allari veljarakanningini. er seinasti spurningurin.

? Hann er ókeypis, sigur John Mortensen.

Hann setur spurnartekin við orðingina, tí tað er ymiskt hvussu fólk uppfata orðingina »einaferð í framtíðini«.

? Er tað nakað, sum er um 10, 20, 30 ella 50 ár, og skulu vit taka støðu til tað, um vit hava sagt nei til fyrsta spurningin, spyr hann.

John heldur at tað rúmast so nógv svar niðri í seinasta spurninginum at tað ikki er eintýðugt sum kemur burturúr. Tað er eisini ymiskt hvussu fólk seta spurningin og samstundis eisini ymiskt hvussu fólk svara.


Kann ikki

samanberast

Afturat tí, at John heldur at spurningarnir eru í so veikir, so ger hann vart við ein annan trupulleika í sambandi við veljarakanningina hjá Útvarpinum.

Kanningin kann ikki samanberast við aðrar veljarakanningar, tí spurningarnir snúgva seg ikki um tað sama. Teir eru ikki orðaðir á sama hátt, og tí ber heilt einfalt ikki til at samanbera hesa kanningina við aðrar kanningar.

? Nú skal hetta ikki skiljast sum um spurningarnir eru gjørdir einaferð og so kunnu teir ikki broytast aftur, men teir mugu vera »einsljóðandi« skulu teir samanberast.

Hann nevnir sum dømi, ganga tygum inn fyri grundlóg ella ikki, heimastýri o. s. f.

? Vóru teir settir soleiðis, so hevði borið til at samanbera hesa kanningina við aðrar sum eru gjørdar frammanundan.


Konurnar og tey ungu hava ikki telefon

Tá ein veljarakanning verður gjørd verður skipað soleiðis fyri, at hon skal vera umboðandi (repræsentativ, blðm.).

Hetta skal skiljast soleiðis at ikki bara ein ávísur bólkur av fólki verður spurdur, til dømis bara mannfólk.

? Kortini er tað ein veruleiki, at tað næstan bara eru menn, sum standa fyri telefonunum. Tað er meiri enn sjáldan, at tað er konan í húsinum, sum stendur fyri telefonini, og tað má ein hava í huganum áðrenn ringt verður. Tí plaga vit at spyrja eftir tí persóninum, sum seinast hevði føðingardag, sigur John Mortensen, sum í hesum førinum leggur dent á, at hann ikki veit hvussu Útvarpið hevur borið seg at í hesum føri.

Ein annar bólkur eru tey ungu - 17, 18 ára gomlu - tey standa sjáldan fyri telefon, men valrætt hava tey kortini.