Anfinn Kallsberg bað um at vera loystur úr starvi sum løgmaður, segði tjóðveldismenninar úr starvi og skrivaði út nýval í somu vending. Hesum avgerðum stuðlar veljarin sum heild.
Meira enn annar hvør veljari (55%) heldur, at nýval var rætta loysnin á politisku trupulleikunum, sum stungu seg upp í kjalarvørrinum á bókini »Skjót journalistin,« ið hevði avdúkandi upplýsingar um fortíð løgmans.
Umleið fimti hvør (21%) heldur, at heilt nýggir samgongumøguleikar áttu at verið royndir í staðin, og 16 prosent halda, at samgongan átti heldur at verið umskipað við nýggjum løgmanni. 41 prosent av tjóðveldisveljarum halda, at samgongan átti at verið umskipað við nýggjum løgmanni.
Veljarin er so púra samdur við løgmann um, at tað var rætt av honum at siga seg úr starvi. Heili 83 prosent svara ja, 10 prosent siga nei, og 7 prosent siga seg ikki vita. Yvirhøvur eru veljarar úr øllum flokkum, eisini Fólkaflokkinum, samdir við hann um tað.
Spurningurin um, hvørt tað var rætt av Anfinni Kallsberg at siga landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum úr starvi, hevur eisini verið umrøddur. 50 prosent av veljarunum halda, at tað var rætt, og 39 prosent halda tað var skeivt. 11 prosent siga seg ikki vita.
Í øllum flokkum uttan Tjóðveldisflokkinum er breið semja um, at tað var rætt at blaka landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum til hús, tí teir ikki søgdu seg hava álit á løgmanni. Í Tjóðveldisflokkinum siga hinvegin 69 prosent, at tað var skeivt, men 20 prosent halda kortini, at tað var rætt av løgmanni.