Veljarin ynskir sterkar ungar kvinnur á ting

Vit sóu tað til fólkatingsvalið. Veljarin ynskir sterkar, ungar kvinnur á ting. Eingin ivi um tað. Úrslitið á fólkatingsvalinum vísti greitt, at ein sterk, ung kvinna hevur undirtøku millum veljararnar – I den grad!

 

Anna Falkenberg hevur gjørt eitt megnar arbeiði á Fólkatingi. Veljarin hevur givið henni dygga undirtøku og víst henni tað álit at velja hana aftur at umboða Sambandsflokkin og Føroyar. Soleiðis skal tað vera.

 

Sjálv eri eg ung, sterk og full av áræði. Tí stilli eg upp til løgtingsvalið. Vit mugu hava fleiri kvinnur í Løgtingið!

 

Eg ætli mær at vísa tykkum, at eg eri virkin og geri mína ávirkan galdandi, um eg verði vald.

 

Hugsa um meg - eina unga, sterka kvinnu, sum er full av áræði, sjálvsáliti og vilja.

 

Eg fari at gera mun á Føroya Løgtingi – eg fari at gera mun fyri føroyingar.

 

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt