“Ársins feitasta skaldskapartíðarrit, Vencil, ger nú aftur um seg. Fyri sættu ferð í einans trý ár, noyðast øll tey, ið dáma góðan skaldskap á føroyskum, at hava eyguni eftir hesi afturvendandi hóttan, sum í besta føri kann elva til lesiførleika, men sum í ringasta føri kann verða turvelvandi. Tí kenna vit tað sum okkara skyldu, sum ábyrgdarfullir ritstjórar, at byrja við hesi ávaring.”
Soleiðis siga ritstjórarnir í tíðindaskrivi um at nýggi Vencil er útkomin.
Í sættu útgávuni av Vencil er evni menniskjað í nútíðarsamfelagnum. Tekstirnir lýsa samspælið millum einstaka menniskjað og nútíðarsamfelagið við øllum tess fløkjum og avbjóðingum, herundir tøkniligu menningina og andliga, fyri ikki at siga átrúnaðarliga, fjølbroytni, sum í vaksandi mun myndar gerandisdagin í Føroyum. Tá lýst varð eftir hesum slagi av tekstum, fekk Vencil fleiri spennandi tekstir, bæði upprunaføroyskar søgur og yrkingar, og týddar søgur og yrkingar, sendandi frá høvundum og lesarum Vencils.
Upprunaføroysku stuttsøgurnar eru hesaferð fleiri í tali. Vit finna eitt nú “Gongubreytin” eftir Anniku Skaalum, sum debuteraði í seinasta Vencili, og “Exit Farao” eftir Hanus Kamban, sum á hvør sín hátt lýsa, hvat kann henda, tá tøknin tekur ræði á menniskjanum. Søgurnar “Hann, ið týndi mannaættina” eftir Agnar Artúvertin og “Hin blái eingilin” eftir Sólrún Michelsen geva hvør sína uppliving av fundamentalismu.
Yrkingarnar bjóða somuleiðis áhugaverdar tulkingar av somu evnum, yrkingar eftir høvundar sum Dáv í Dali, Maluna Poulsen, Berg Rønne Moberg, Z. Dam og Wilhelm, Vagn Streymoy og Agnar Artúvertin. Aðrar meiri tilverutulkandi yrkinar eru eisini við, eftir høvundar sum Sissal Kampmann og Rannvá Skeel Jacobsen.
Fleiri týddir tekstir eru eisini við. Nevnast kunnu stuttsøgan “Fiti” eftir amerikanska stutt-søgumeistaran Raymond Carver, og stuttsøgur eftir donsku rithøvundarnar Jan Sonnegaard og Jørn Fabricius. Amerikanska Anne Carson hevur heilar 11 yrkingar við, og sum nakað heilt serligt hevur Vencil fingið sendandi eina týðing av yrkingini “Løgin frukt” eftir Abel Meeropol, sum er best kend sum “Strange Fruit”, ið Billie Holliday gjørdi kenda í síni tíð.
Og so er mangt annað áhugavert at lesa í Vencili 6. Tey, ið tora at bjóða Vencili á gátt hjá sær, nú hann er givin leysur, kunnu antin keypa hann í bókabúðunum ella seta seg sum haldara. Hetta kann gerast á heimasíðu hansara, www.vencil.fo.